Faroe Expo verður 22. og 23. oktober

12. oktober. 2015 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Aftur í ár er ráðstevnan á skránni, har evnið er “Føroyskt uttanlands, útlendskt í Føroyum”. Ráðstevnan verður í Løkshøll fríggjadagin 23. oktober kl. 12.45 – 16.45.

Fyriskipararnir leggja í ár serligan dent á, at seinnu árini hevur nógv verið tosað um útlendskan ognarlut í føroysku vinnuni, og hvørji árin hetta hevur á einstakar vinnugreinar og samfelagið sum heild. Hví gera útlendsk feløg íløgur í Føroyum og eru føroyingar eins raskir at gera íløgur uttanlands?

Á ráðstevnuni verða fyrilestrar við John Rajani, stjóra í Bank Nordik, og Teitur Samuelsen, stjóra í Eystur- og Sandoyartunlar. Eftir fyrilestrarnar verður kjak um evnið “Føroyskt uttanlands, útlendskt í Føroyum” við búskaparfrøðingi, samfelagsfrøðingi, vinnulívsfólki og politikara. Uni Arge stýrir kjakinum.

Les meira um Faroe Expo á heimasíðu teirra.

Annað á breddanum

  1. Aðalfundur í Handilsvinnufelagnum

    Skráin fyri aðalfundin er sambært viðtøkum felagsins

    22. Apríl. 2025 | Handilsvinna
    IMG 0559 (1)
  2. Eina skipan fyri burturkastøkið

    Gevur tað veruliga meining, at eitt lítið land sum okkara hevur tvær sjálvstøðugar skipanir? Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin at samskipa burturkastskipanina í eina felags skipan

    22. Apríl. 2025
    Affald
  3. Frítíð skal leggjast til rættis í góðari tíð

    Tað er skilagott at leggja ætlanir fyri summarfrítíðina til rættis á arbeiðsplássinum longu nú

    22. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Depositphotos 272277916 Xl