Goymslurnar hjá Faroe Origin fyllast, og lítið fer út á marknaðin. Politikararnir hava ov lítlan áhuga í at loysa avbjóðingarnar hjá fiskavirkjunum, heldur stjórin.
Faroe Origin, sum framleiðir saltfisk og feskan upsa til evropeiska marknaðin, merkir týðiliga avleiðingarnar av corona.
Tað er sera trupult at sleppa av við vøruna, og nógv verður framleitt inn á goymslu, staðfestir stjórin, Jens Pauli Petersen.
Eitt sindur til Spania
Hjá Faroe Origin starvast umleið 225 fólk. Av teimum eru 75 umborð á teimum seks partrolarunum hjá virkinum. 110 starvast á virkinum í Runavík, sum framleiðir frystar og feskar vørur úr upsa. Og 35 fólk arbeiða á saltfiskavirkinum á Toftum.
Høvuðsmarknaðurin fyri saltfiskin er Spania, Italia og Portugal, og so fer eisini nakað til Fraklands og Kanada.
Bæði Italia og Spania hava verið sera hart rakt av corona. Jens Pauli Petersen sigur, at næstan ongin saltfiskur er farin til Italia seinastu tíðina. Til Spania hava tey útflutt eitt sindur.
Vanliga keypir Faroe Origin umleið helvtina av rávøruni til saltfiskin frá Fiskamarknaðinum, meðan hin helvtin kemur frá skipunum hjá felagnum. Men tá marknaðirnir byrjaðu at gerast trekir, avgjørdu tey bara at brúka fiskin frá skipunum og onki keypa frá Fiskamarknaðinum. Bæði orsakað av gjaldførinum og fyri ikki at hava ov stórar goymslur av saltfiski. Í seinastuni hava tey tó keypt eitt sindur haðani.
Trekt við upsanum
Við upsanum gongur uppaftur trekari. Nógv av upsanum fer vanliga til gistingarhús, matstovur, stórkøkar og skúlar í m.a. Fraklandi, Týsklandi og Póllandi.
Goymslurnar á virkinum í Runavík bara fyllast, og ov lítið fer út.
- Fyrstu vikurnar merktu vit ikki so nógv til minking í eftirspurninginum, men nú merkja vit tað ordiliga. Goymslurnar eru spolaðar uppeftir. Øgiliga lítið fer út av goymslunum í mun til tað, sum kemur inn, sigur Jens Pauli Petersen.
Prísirnir lækka
Faroe Origin kann ikki halda fram at fylla á goymslurnar, ásannar stjórin.
- Vit vóna, at tað letur upp aftur, men um onki hendir innan 4-8 vikur, so hava vit ein trupulleika.
At fylla á goymslu bindur nógvar pengar, men harumframt ávirkar tað eisini prísin, tá marknaðirnir lata uppaftur.
- Aðrir framleiðarar koyra eisini inn á goymslu. Tá marknaðirnir eina ferð lata uppaftur, kunnu vit rokna við, at prísurin fer skramblandi niðureftir, sigur Jens Pauli Petersen.
Steðga trygging hjá keyparum
Ein onnur avbjóðing er, at tryggingarfeløgini eru farin at siga upp trygging hjá fleiri keyparum. Faroe Origin – og onnur fiskavirki – selja vanliga ikki vøru, uttan at kundin er tryggjaður.
- Okkurt skuldi fara avstað í hesi vikuni, men í morgun fingu vit boð um, at tryggingin var uppsøgd hjá keyparanum. Hetta er ein stórur trupulleiki, sigur Jens Pauli Petersen.
Tey royna nú at finna eina loysn. Tað ber til at selja uttan trygging, um keyparin rindar pengarnar beinanvegin, men flestu kundar hava ikki ráð at gjalda so stórar upphæddir í einum.
Líkasælir politikarar
Politikararnir hava alt ov lítlan áhuga í at loysa avbjóðingarnar hjá fiskavirkjunum, heldur Jens Pauli Petersen.
- Ongin í politisku skipanini hevur kontaktað okkum og spurt, hvussu tað gongur. Vit eru ein fiskaútflytandi tjóð. Politikararnir kunnu sjálvandi onki gera við marknaðirnar, men eg haldi, at onkur kundi ringt og spurt, hvussu støðan er. Men har er ongin áhugi frá politikarunum.
Eftir hansara tykki eru hjálparpakkarnir ikki í nóg stóran mun snikkaðir til fiskivinnuna og tey virkini, sum liggja inni við stórum goymslum. Goymslur, sum væntandi verða realiseraðar við stórum tapi, tá marknaðirnir einaferð lata upp aftur.
Plastskermar settir upp
Faroe Origin hevur gjørt ymisk átøk at forða fyri smittu á arbeiðsplássinum. Starvsfólkini fingu boð um ikki at møta, um tey høvdu sjúkueyðkenni. Tey hava roynt at tryggja frástøðu millum starvsfólkini, og plastskermar eru settir upp, m.a. við reinskeraraborðini og har portiónir verða pakkaðar. Og øll skulu spritta hendur, tá tey koma inn á virkið, inn í kantinuna o.s.fr.
Í kantinuni steðgaðu tey at servera mat fyrstu vikurnar. Sjálvtøkuborðið er ikki latið upp aftur, men starvsfólkini fáa nú útflýggjað matin á tallerkum.
Avbjóðandi ár
Enn hevur onki av starvsfólkunum hjá Faroe Origin verið í coronaskipanini hjá ALS. Øll hava verið til arbeiðis, síðan smittan fór at herja í Føroyum.
Jens Pauli Petersen væntar, at inniverandi ár verður avbjóðandi.
- Eg eri bangin fyri, at vit fáa eitt avbjóðandi ár. Vit framleiða matvørur, og fólk skulu nokk halda áfram at eta. Men eg ræðist, hvussu marknaðurin verður, tá alt letur upp aftur.