Føroya Handverksmeistarafelag: Tað er hart tiltrongt at savnast um menning av førleikum, ið standast av at fremja stórar verkætlanir.
Tað er í tøkum tíma, at vit í Føroyum viðurkenna, at stórar verkætlanir hava meira virði enn bara sjálvt lidna produktið. Tí sjálv framleiðslan elvir til vitan og royndir. Spurningurin er bara, hvør tað er, sum fær hesa vitan og royndir. Føroya Handverksmeistarafelag fegnast um, at man við nýstovnaða Færøsk Tunnelselskab tekur ábyrgd av egnari menning.
"Hetta er slóðbrótandi" heldur Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, og heldur fram: "Tað er heilt klárt, at skulu vit varðveita vitanina og førleikarnar í samfelagnum, mugu vit sjálvi standa fyri verkætlanunum. Vit hava borað tunlar í 60 ár og koma framhaldandi at bora. Harumframt skulu allir tunlarnir haldast við líka. Tí er avgerandi at varðveita førleikar í landinum.
Lærlingaútbúgving sum tunnilsarbeiðari
Føroya Handverksmeistarafelag hevur fyrr víst á, at vit eiga at hava yrkisútbúgving fyri tunnilsarbeiðarar. Tað er serstakt at arbeiða í tunlum og lærlingaútbúgving er eisini vanlig í t.d. Noregi, har nógvir tunlar verða boraðir. Eins og á øllum øðrum økjum í byggivinnuni er tað avgerandi at hava røttu førleikarnar fyri at menna og styrkja um vinnu og samfelag. Tí hevði verið upplagt at sett á stovn lærlingaútbúgving sum tunnilsarbeiðari.