Faroexpo verður 24. - 26. oktober

08. oktober. 2018 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Aftur í ár er ráðstevnan á skránni, har evnið er “Vinna & Vælferð”. Ráðstevnan verður í Løkshøll fríggjadagin 26. oktober kl. 13.00 – 17.00.

Heitið leggur upp til at viðgera, hvussu vit kunna skapa nýggjar vinnur og virðisøking í verandi vinnu. Hetta fyri at vælferðarsamfelagið skal megna at halda núverandi støði og væl tað í nógv ár fram. Fokus verður í stuttum á, hvussu vit kunna tryggja virðisvøkstur í føroyska samfelagnum eina fjórðings øld fram.

Ráðstevnan verður býtt upp í tveir partar:

Fyrri parturin av ráðstevnuni eru fyrilestrar, har evnið Vinna & Vælferð verður lýst við fýra fyrilestrum:

Innovatión í virðisketuni av fiskatilfeinginum – hvat skal til?
- Sveinn Margeirsson, stjóri í Matis og doktari í ídnaðarverkfrøði

Lønandi nýtsla av avskurði frá fiski – nú og í framtíðini
- Ragnar Ludvig Olsen

Mega trends og lítlu Føroyar
- Jan Ziskasen

Alternativar hugleiðingar um evnið
- Jákup Veyhe

Seinni parturin er pallborð og eitt áhugavert kjak.

Í pallborðinum skulu Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal, Bárður á Steig Nielsen og Jørgen Niclasen svara, hvussu teir ímynda sær eitt framtíðar Føroyar, tá ið tað snýr seg um at skapa vinnuliga virðisøking og framtíðar trygging av vælferðarsamfelagnum. Skal vælferðin fíggjast við hægri avgjøldum ella sær man fyri sær vøkstur á annan hátt?

Uni Holm Johannesen verður orðstýrari. Ráðstevnu luttakararnir fáa sjálvsagt høvi at luttaka í kjakinum.

Les meira um Faroe Expo her

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L