FaroExpo verður í komandi viku

12. oktober. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Aftur í ár er tiltakið ein samanseting av partenariati og almennari ráðstevnu

Frá 19. – 21. oktober verður skipað fyri FaroExpo í Runavík. Mánakvøldið, týsdagin og mikumorgunin er tiltakið fyri tær 55 fyritøkurnar, sum hava teknað seg til at luttaka í partenariatinum, sum er ein týdningarmikil partur av tiltakinum.
Mikudagin seinnapart verður so skipað fyri ráðstevnu, har evni er nútímans leiðsla. Hesin parturin av FaroExpo er almennur og verður í nýggja mentanarhúsinum í Runavík, Løkshøll. Millum aðrar fara Hákun Djurhuus, stjóri á SEV, og Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron, at hava fyrilestrar. Millum 250 og 300 luttakarar plaga at vera á ráðstevnuni.
Samstundis sum FaroExpo er, verður eisini mentanarvika í Runavík, og her verða m.a. listaframsýningar, tónleikatiltøk og fyrilestrar.
So samanumtikið ein spennandi vika 43 í Runavík. Til ber at lesa meira á www.faroexpo.fo

Annað á breddanum

  1. Kjak: Eru ov nógv almenn starvsfólk, ella er privata vinnan ov veik?

    Í nýggjasta partinum av poddvarpsrøðini Frí Mikrofon hjá Frihedsbrevet standa Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, hvør sínu megin í kjaki um vaksandi starvsfólkahópin í almenna geiranum

    03. Februar. 2025
    Niels Suni
  2. Tryggja tær pláss til Aliráðstevnuna 2025

    Nú kanst tú melda teg til árligu Aliráðstevnuna, har fólk í alivinnuni og onnur áhugað hittast til fyrilestrar og orðaskifti um havbúnað

    03. Februar. 2025 | Havbúnaður
    Billede
  3. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet handað krøv

    Mikudagin 29. januar byrjaðu samráðingarnar um nýggjan sáttmála fyri starvsfólk í Føroya Banka, Trygd og Skyn

    03. Februar. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Samráðingar Millum Finansforbundet Og FAG (Vika 6)