Fastlønarsáttmáli innan høvuðsvinnuna

09. november. 2009 | Áskoðan

Rætting til fundarsamtykt Javnaðarfloksins.

Landsstevnan hjá Javnaðarflokkinum sigur í fundarsamtykt síni, at hon ”undrast á, at Arbeiðsgevarafelagið ikki hevur brúkt góðu tíðirnar til at skipa fyri eini fastlønarskipan í høvuðsvinnuni, heldur enn nú at eymka seg um, at avtalan um arbeiðsmegi úr ES-londunum fer úr gildi, tí arbeiðsloysið er vaksandi.”
Føroya Arbeiðsgevarafelag undrast somuleiðis. Undir sáttmálasamráðingunum í 2007 legði Føroya Arbeiðsgevarafelag uppskot fyri tey fimm arbeiðarafeløgini um fastlønarsáttmála innan fiskivinnuna. Hetta uppskot var ætlað sum grundarlag undir samráðingunum, soleiðis at partarnir í felag kundu arbeiða víðari við hesum. Hetta vann ikki frama hjá arbeiðarafeløgunum, og arbeitt varð ikki víðari við hesum undir sjálvum samráðingunum í 2007.
Á fundi 6. juni 2008 varð fundur millum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag, tá arbeiðarafeløgini løgdu sínar hugsanir um ein fastlønarsáttmála fram. Málið hevur síðan verið tikið fram av og á, men orsakað av innanhýsis trupulleikum á fakfelagssíðuni, er arbeiðið at koma á mál við einum slíkum, ongantíð veruliga byrjað.
Landsstevna Javnaðarfloksins mistekur seg tí, tá hon hartar Arbeiðsgevarafelagnum fyri ikki hava skipað fyri eini fastlønarskipan í høvuðsvinnu okkara.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya