Felagið Føroyskir Peningastovnar: Kredittpakkin styrkir fíggjargeiran

19. januar. 2009 | Áskoðan

Ein breiður meiriluti í fólkatinginum er nú vorðin samdur um tann næsta fíggjarpakkan. Talan er um ein kredittpakka upp á 75 mia. kr. til danskar bankar og sparikassar og 25 mia. kr. til realkredittfeløgini. Endamálið við kredittpakkanum er at tryggja, at fígging verður veitt privatkundum og vinnukundum.

Felagið Føroyskir Peningastovnar hevur ta áskoðan, at talan er um ein skilagóðan pakka. Kredittpakkin tryggjar, at kapitalgrundarlagið hjá bankunum kann styrkjast, og at tað er møguleiki fyri, at peningastovnarnir fáa statsábyrgd fyri lántøku fram til 2013. Hetta merkir, at peningastovnarnir fáa betri møguleikar at fáa fígging.
Úrslitið verður, at bankarnir fáa betri umstøður at fíggja sunnar og burðardyggar verkætlanir, og at váðin hjá bankunum at enda í kredittklemmuni minkar. Fíggjarpakkin fer sostatt at stuðla upp undir gjaldførið í búskapinum og hava gagnliga ávirkan á búskaparútlitini.
Fíggjarpakkin hevur tó við sær útreiðslur fyri fíggjarstovnarnar. Lánsfíggingin er ikki bílig, men av tí, at kjarnukapitalsfígging hevur verið sera torfør at fáa seinastu tíðina, er talan um eina rímiliga prísáseting.

Haraftrat fer tað at kosta fíggjarstovnunum at leingja statstrygdina fyri øllum innlánum og stuttfreistaðum lánum frá 2010 til 2013.

Føroysku peningastovnarnir kunnu gerast partur av nýggja fíggjarpakkanum, um myndugleikarnir taka undir við honum og seta lógina í gildi í Føroyum.

Felagið Føroyskir Peningastovnar heldur, at myndugleikarnir eiga at taka undir við lógini og seta hana í gildi fyri Føroyar.

Annað á breddanum

  1. Semja um nýggjan sáttmála við Samverk

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    08. Apríl. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Samverk
  2. Vinnuhúsið á vitjan í Fuglafirði og á Kambsdali

    Myndafrásøgn: Tveir dagar, átta fyritøkur og óteljandi góðar samrøður. Týsdagin og mikudagin í farnu viku vóru starvsfólkini í Vinnuhúsinum á virkisvitjan í Fuglafirði og á Kambsdali

    07. Apríl. 2025 | Almenn tíðindi
    Havsbrún 1
  3. Barbara nýggj í Samskifti

    Barbara Maria Lamhauge er nýggj í nevndini í felagnum Samskifti.

    07. Apríl. 2025 | KT- og samskifti
    Nevnd Samskifti 2025