Felagið Peningastovnar hevur gjørt avtalu við Føroya Arbeiðsgevarafelag um, at felagið skal húsast saman við arbeiðsgevarafeløgunum og vinnufeløgunum í Vinnuhúsinum.
Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at eitt felag, sum Felagið Peningastovnar flytur inn í Vinnuhúsið. “At savna vinnuáhugamál undir einum taki, hevur verið eitt av ynskinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag og eri eg ógvuliga fegin um at bjóða vinnufelagnum fyri peningastovnunum vælkomnum í felagsskapin í Vinnuhúsinum”, sigur Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Felagið Peningastovnar hevur til endamáls at virka fyri góðum kørmum hjá føroyskum peningastovnum og at ansa eftir áhugamálunum hjá limunum í vinnufelagnum yvirfyri myndugleikum og øðrum. Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka er formaður í Felagnum Peningastovnar.
Í løtuni verður lýst eftir starvsfólki, sum skal arbeiða við og røkja áhugamálini hjá Felagnum Peningastovnar.
Meira fæst at vita um hetta við at venda sær til Janus Petersen, formanni í felagnum ella Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum.