Økisvitjan Tórshavn Vika 5

Ferðavinnan á økisvitjan í Havn

27. januar. 2025 | Tíðindi | Ferðavinna

Hósdagin 13. februar skipar Ferðavinnufelagið í tøttum samstarvi við Visit Tórshavn fyri økisvitjan í Havn

Dagurin byrjar við rundsýning á Hotel Djurhuus kl. 14:30. Kl. 15:30 verður farið til gongu umborð á Norrönu, har brellbitar vera at fáa, og greitt verður frá umbyggingini og hentleikunum, sum eru umborð.

Síðani verður farið gongutúr kl. 17:00, har Visit Tórshavn fyrst greiðir frá menningini av serstaka býarpartinum á Reyni og síðani greiðir frá gandakenda tiltakinum Huldulitt, meðan gingið verður gjøgnum viðarlundina.

Dagurin endar hjá 62N Hotel kl. 18:30, har tey greiða frá virkseminum og seta mat á borðið.

Ferðavinnufelagið vónar, at tað verður góð undirtøka fyri økisvitjanini í Havn, og at felagið á henda hátt framhaldandi kann vera við til at økja um kunnleikan um ferðavinnutilboðini kring landið.

Stutt um átakið
Tað var í 2018, at Ferðavinnufelagið skipaði fyri fyrstu økisvitjanini á Sandoynni. Í 2019 varð vitjað í Vágum, og í 2022, sum var seinasta økisvitjanin, varð vitjað í Norðoyggjum.

Endamálið við átakinum er at varpa ljós á ferðavinnutilboðini kring landið og at skapa karmar fyri, at økini hvør sær kunnu marknaðarføra seg fyri limunum í felagnum.

Tiltakið er bert fyri limum í Ferðavinnufelagnum. Tilmeldingarfreistin er mánadagin 10. februar.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya