Fríggjadagin 14. september var Ferðavinnufelagið á ferð í Sandoynni at kunna seg um ferðavinnutilboðini í oynni.
Vitjanin var løgd til rættis í samstarvi við Visit Sandoy, sum hevði sett saman eina spennandi skrá fyri vitjanina. Farið var úr Vinnuhúsinum við bussi og ferðaleiðara, og á skránni var millum annað:
- Føroya Grótvirki, sum er nýtt économusée.
- Listasavnið á Sandi
- Veltan
- Mølin í Skálavík
- Hotel Skálavík
Her eru myndir sum Fróði T. Vestergaard tók á túrinum.