IMG 5045
Ferðavinnufelagið

Ferðavinnan vitjaði í Havn

17. februar. 2025 | Tíðindi | Ferðavinna

Hósdagin í farnu viku var Ferðavinnufelagið á økisvitjan í Havn og kunnaði seg um ferðavinnutilboð og møguleikar í høvuðsstaðnum

Dagurin byrjaði á Hotel Djurhuus, har Jenny í Heiðunum, stjóri, greiddi frá virkseminum og umbyggingini í 2022, og hvussu tey millum annað arbeiða við sosialari burðardygd. Áðrenn farið varð við HK Bussum umborð á Norrönu, varð rundsýning á hotellinum, og Jenny bjóðaði drekkamunn og fastalávintsbollar.

Umborð á Norrönu tók Svein í Heiðunum, Service and Quality Manager, ímóti og greiddi frá umbyggingini og hentleikunum, sum eru umborð. Síðani varð bjóðað til brellbitar, meðan Henny á Líknargøtu, Director Travel, greiddi frá virkseminum hjá Smyril Line og søgu felagsins.

Síðani varð farið gongutúr á Reyni, har Tordis K. á Rógvi Biskopstø, stjóri í Visit Tórshavn, og Annika Lisberg, menningfólk í Visit Tórshavn, greiddu frá menningarætlanini við skelting og kunning í sambandi við at leiða ferðafólk eftir gøtunum, sum er ætlaðar ferðafólkum.

Gongutúrurin endaði í viðarlundini, har greitt varð frá tiltakinum Huldulitt, sum legði dent á serføroyska søgu og siðaarv við ymiskum ljósinstallatiónum og tiltøkum í býnum.

Dagurin endaði á 62N Hotel, har Leivur Samuelsen, stjóri, greiddi frá virkseminum og vísti runt á hotellinum. Áðrenn bjóðað varð til betri bita, greiddi Leivur frá ætlanini at lata upp nýggju matstovunua Paz við Poul Andriasi Ziska, sum sjálvur var til staðar og greiddi frá ætlanini við matstovuni.

Økisvitjanin var løgd til rættis í tøttum samstarvi við Visit Tórshavn.

Stutt um økisvitjan
Tað var í 2018, at Ferðavinnufelagið skipaði fyri fyrstu økisvitjanini á Sandoynni. Í 2019 varð vitjað í Vágum, og í 2022, sum var seinasta økisvitjanin, varð vitjað í Norðoyggjum. Endamálið við átakinum er at varpa ljós á ferðavinnutilboðini kring landið og at skapa karmar fyri, at økini hvør sær kunnu marknaðarføra seg fyri limunum í felagnum.

Annað á breddanum

  1. Heimleiðsfundur um setanarviðurskifti í handilsvinnuni

    Týsdagin í farnu viku skipaði Handilsvinnufelagið fyri heimleiðsfundi í Vinnuhúsinum

    17. Februar. 2025 | Handilsvinna
    IMG 0550
  2. CO2-roknarin fyri 2024 er nú tøkur

    Endamálið við CO2-roknaranum er at hjálpa fyritøkum, stovnum og øðrum við at rokna útlát av CO2 og øðrum vakstrarhúsgassi

    17. Februar. 2025 | Burðardygd
    Billede3 (1)
  3. Skráin til Aliráðstevnuna 2025

    Útlendsku serfrøðingarnir Marius Takvam og Kolbjørn Giskeødegård eru millum framløgufólkini, tá ið avbjóðingar og útlit verða umrødd á árligu Aliráðstevnuni

    17. Februar. 2025 | Havbúnaður
    Billede