Fríggjadagin 15. november skipar Ferðavinnufelagið í tøttum samstarvi við Visit Vágar fyri økisvitjan vesturi í Vágum.
Ferðalagið fer við bussi úr Vinnuhúsinum fríggjadagin kl. 13.00, og síðani verður vitjað sambært skránni niðanfyri.
Tiltakið er bert fyri limir í Ferðavinnufelagnum. Tilmelding á industry@industry.fo. í seinasta lagi hósdagin 14. november kl. 12.00.
Skrá:
- Fráferð úr Tórshavn
- Fiskastykkið
- Kálvalíð
- Krígssavnið
- Smátturnar í Bø
- Pakkhúsið
- Gásadalsgarður
- Hotel Vágar
- Vit enda í Suppugarðinum í Havn, har tey bjóða Ramen og okkurt at drekka
Fyrstu ferð Ferðavinnufelagið skipaði fyri eini økisvitjan var í september í fjør. Tá var vitjað á Sandoynni, og skráin løgd til rættis í tøttum samstarvi við Visit Sandoy. Felagið er farið undir hetta átak fyri at kasta ljós á ferðavinnutilboðini kring landið og at skapa karmar fyri, at økini fáa marknaðarført síni øki fyri limum í felagnum, og at limafyritøkurnar somuleiðis fáa meira vitan um økið, sum kann verða við til, at tær fara at brúka økið meira í framtíðini.
Ferðavinnufelagið vónar, at tað verður góð undirtøka fyri økisvitjanini vesturi í Vágum, og at felagið á henda hátt framhaldandi kann verða við til at økja um kunnleikan um ferðavinnutilboðini kring landið.