Ferðavinnudagur á Hotel Hafnia

15. mars. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Mikudagin 24. mars frá kl. 12.00 til 16.30 skipar Ferðavinnufelagið fyri ferðavinnudegi á Hotel Hafnia.

Ferðavinnufelagið, ið varð sett á stovn í 2008, hevur nú tikið stig til at savna ferðavinnuna til ein dag, har vinnan fær møguleika at hittast til prát og ymiskar framløgur.

Dagurin er ætlaður øllum teimum, sum á ein hvønn hátt starvast innan ferðavinnuna, ella veita tænastur til hesa í vinnuligum samanhangi. Ein nýtist ikki at verða limur í Ferðavinnufelagnum fyri at taka lut á degnum, men tað fer at bera til at tekna seg sum lim á staðnum.
Dagurin verður í ár hildin á Hotel Hafnia í Havn, og byrjar kl. 12.00 við standandi buffét. Úr skránni kunnu nevnast framløgur frá Atlantic Airways og Smyril-Line um teirra marknaðarføring. Eisini kemur umboð úr Uttanríkisráðnum, at greiða frá um teirra átøk, og hvussu tey hugsa at marknaðarføra Føroyar. Seinni verður eisini lagt upp til kjak.
Skráin leggur eisini upp til, at tað eru møguleikar til nógv prát millum innsløgini, soleiðis at tey sum virka í ferðavinnuni, kunna koma hvørjum øðrum við, deila hugskot og kanska menna nýggj tilboð og annað.
Í hesum døgum fer innbjóðing út, til tey sum eru limir í Ferðavinnufelagnum, men eisini onnur, sum ikki eru limir, hava møguleika at verða við. Tilmelding fer fram við at venda sær til Vinnuhúsið telefon: 309900 ella t-post: industry@industry.fo merkt: Ferðavinnudagurin.
Kostnaðurin fyri tiltakið er 300 krónur fyri hvønn luttakara og freistin at boða frá luttøku er mánadagin 22. mars.
Ferðavinnufelagið vónar, at allir partar, sum starvast við ferðavinnu í Føroyum, seta sær tíð av til dagin.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya