Ferðavinnudagur á Hotel Klaksvík 10. sept.

30. august. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fríggjadagin 10. september frá kl. 13.00 til 17.00 skipar Ferðavinnufelagið fyri ferðavinnudegi á Hotel Klaksvík. Á skránni er m.a. upplegg frá Uttanríkisráðnum um framtíðarætlanir á ferðavinnuøkinum.

Dagurin er ætlaður øllum teimum, sum á ein hvønn hátt starvast innan ferðavinnuna, ella veita tænastur til hesa í vinnuligum samanhangi. Ein nýtist ikki at verða limur í Ferðavinnufelagnum fyri at taka lut á degnum, men tað fer at bera til at tekna seg sum lim á staðnum.
Ferðavinnufelagið hevur áður skipað fyri líknandi tiltøkum í Havn, men hesuferð verður tað í Klaksvík. Døgurði og skráseting verða kl. 12.00 og kl. 13.00 byrjar sjálvt tiltakið. Úr skránni kann nevnast at nýsetti samskiparin hjá Ferðavinnufelagnum Dagmar Joensen, kemur at greiða frá arbeiðinum hon er farin ígongd við, og umboð frá cruise vinnuni kemur at greiða frá gongdini í summar. Harumframt kemur Uttanríkismálaráðharrin at greiða frá framtíðarætlanum á ferðavinnuøkinum. Seinni verður eisini lagt upp til kjak.
Skráin leggur upp til, at tað eru møguleikar til nógv prát millum innsløgini, soleiðis at tey sum virka í ferðavinnuni, kunna koma hvørjum øðrum við, deila hugskot og kanska menna nýggj tilboð og annað.
Í hesum døgum fer innbjóðing út, til tey sum eru limir í Ferðavinnufelagnum, men eisini onnur, sum ikki eru limir, hava møguleika at verða við. Tilmelding fer fram við at venda sær til Vinnuhúsið telefon: 309900 ella t-post: industry@industry.fo merkt: Ferðavinnudagurin.
Kostnaðurin fyri tiltakið er 150 krónur fyri hvønn luttakara ella 300 krónur við døgurða, og freistin at boða frá luttøku er mánadagin 6. september.
Ferðavinnufelagið vónar, at allir partar, sum starvast við ferðavinnu í Føroyum, seta sær tíð av til dagin.
FAKTA
Ferðavinnufelagið varð stovnað fyri knøppum 3 árum síðani við tí endamáli at savna allar ferðavinnufyritøkur og at arbeiða við at fremja felags áhugamál. Felagið hevur lagt stóran dent á at menna samstarv millum ymiskar vinnugreinar og tænastuveitarar og at virka fyri at vinnan fær betri kor at virka undir.

Annað á breddanum

  1. NámX-næmingar fingu diplom í ferðavinnu

    NámX-næmingar fingu fríggjadagin diplom eftir níggju vikur við frálæru í ferðavinnu

    08. desember. 2025 | Ferðavinna
    IMG 5856
  2. Frávik frá føroyska málinum fær kalda móttøku

    Bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið mótmæla uppskotinum um at loyva útboðum á øðrum máli enn føroyskum

    08. desember. 2025 | Almenn tíðindi
    Skærmbillede 2023 05 30 120113
  3. KT-vinnan setur útflutning á dagsskránna

    KT-vinnan savnast 16. desember fyri at seta útflutning av føroyskum KT-loysnum í miðdepilin og leggja kós fyri altjóða menning

    02. desember. 2025 | KT- og samskifti
    Vinnuhusid 4