Ferðavinnufelagið

14. februar. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

23. februar verður framløga frá Ferðavinnufelagnum á Hotel Hafnia.

Sum kunnugt, setti Ferðavinnufelagið í august seinasta ár samskipara til at taka sær av nøkrum ítøkiligum verkætlanum. 23. februar kl. 13.00, verður so úrslit av verkætlanunum, saman við ársfrágreiðing 2010, løgd fram á Hotel Hafnia. Talan er m.a. um sera áhugaverd hagtøl fyri 2010, afturlítandi samanberingar og ítøkiligar metingar um týdningin av ferðavinnuni í føroyska búskapinum. Eisini verður greitt frá eini greining av ferðavinnuni og samstarvinum millum almennar og privatar partar í ferðavinnuni.
Skrá:
Bert fyri limir í Ferðavinnufelagnum
Kl. 13.00                     Vælkomin í Høllini á Hafnia
Kl. 13.15-14.15            Framløga, spurningar og kjak
Kaffi v.m.
Fyri onnur í ferðavinnuni, politikarar, embætisfólk, fjølmiðlar v.m.
Kl. 14.30                     Styttri framløga, spurningar og kjak
Kl. 16.00                     Liðugt
Vit vóna at øll fáa sett tíð av til at verða við. Tiltakið er ókeypis, men vit vilja fegin hava, at tit boða frá luttøku í seinasta lagi 21. februar við at ringja til Dagmar S. Joensen á telefon 739904, ella við telduposti til Vinnuhúsið industry@industry.fo.
Nærri fast at vita við at seta seg í samband við Vinnuhúsið, Dagmar S. Joensen 739904

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya