Ferðavinnufelagið: Enn er langt á mál

19. september. 2016 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í sambandi við tíðindaflutningin, sum hevur verið seinastu tíðina, verður róð framundir, at ferðafólkatalið í Føroyum er sera høgt, og spurnartekin er sett við, um ferðavinnan í Føroyum er burðardygg.

Nýggj gistingarhagtøl frá Hagstovuni vísa ein sera lítlan vøkstur í talinum av útlendskum ferðafólkum í Føroyum samanborið við seinasta ár, men Ferðavinnufelagið gleðist tó um jaligu gongdina seinastu árini, har ávísur vøkstur og áhugi fyri Føroyum sum ferðavinnuland hevur verið at sæð. Enn er tó langt á mál og arbeiðast má meira miðvíst við ferðavinnuni soleiðis, at fleiri ferðafólk velja Føroyar sum ferðmannaland, og at útboðið til ferðafólk verður størri bæði í miðstaðarøkinum og runt um í landinum.

Sum nú er, standa flestu hotellini tóm helvtina av árinum, og smáu veitararnir megna ikki at liva av ferðavinnuni burturav. Um vit ikki hava lønsemi hjá smærru veitarunum soleiðis, at hesi burturav kunnu arbeiða við ferðavinnuni, er ongin at skapa burðardyggu tilboðini til ferðafólk á smærru økjunum.

Leingi hevur verið tosað um at skapa aðrar vinnur í Føroyum til tess at geva føroyska búskapinum fleiri bein at standa á. Í hesum viðfangi skal politiska skipanin hava rós fyri tað arbeiðið og tær íløgur, ið eru gjørdar í at marknaðarføra Føroyar og føroyska ferðavinnu umvegis Visit Faroe Islands. Hesar íløgur byrja at síggjast aftur í beinleiðis inntøkum og arbeiðsplássum kring alt landið. Ferðavinnan skapar nevniliga møguleika fyri arbeiði í økjum í landinum, har annars fáir aðrir arbeiðsmøguleikar eru.  Ferðavinnan er eisini ein rættiliga støðug vinna, sum ikki verður stórvegis ávirkað av búskaparligu gongdini annars og skal tí takast í stórsta álvara sum ein vinna; í Íslandi stendur ferðavinnan í dag fyri størri parti av útflutninginum enn fiskivinnan.  Í 2015 vóru útlendsku gistingarnar í Íslandi 3.613.046 nætur. Til samanberingar var talið í Føroyum 115.517. Tað vil siga 31 ferðir fleiri enn í Føroyum. Fólkatalið í Íslandi er seks ferðir fólkatalið í Føroyum.

Ferðafólkatalið í Føroyum avmarkar seg natúrliga til tey hotelkømur og leigubúðstaðir, vit hava at bjóða. Hóast útbyggingar og framgongd, so eru hesi tøl ikki so høg, at neyðugt er at stúra fyri at missa tamarhald á støðuni. Fyrst og fremst er neyðugt at fáa positivan fíggjarligan rakstur í ferðavinnuna. Vit eru øll samd um, at umhvørvisliga burðardygdin skal verða í hásæti, tí uttan hana var eingin ferðavinna.

Áhaldandi treiskni og hart arbeiði frá eldsálum gjøgnum nógv ár og nýggja íløgan hjá politisku myndugleikunum hava skapt góðan gróðrarbotn fyri, at Føroyar hava møguleika til at hava eina umhvørvisliga burðardygga ferðavinnu. Hetta kann bert útinnast í verki, um vit fáa skapt vørur, sum eru fíggjarliga burðadyggar, og ferðavinnuøkið sum heild verður betri skipað.

Jaligu árinini av ferðavinnuni eru nógv og óneyðug at nevna. Talið av útlendskum ferðafólkum í Føroyum er langt frá einum hámarki.  Nú ræður um at standa saman um ferðavinnuna soleiðis, at ferðavinnan sum eitt nýtt bein undir føroyska búskapinum ikki verður niðurbrotin, áðrenn henni er lív lagað.


Árni Olsen
Næstformaður í Ferðavinnufelagnum
213777

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L