Ferðavinnufelagið: Ferðavinnan, matstovumentan og vøkstur

21. august. 2015 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vit eru komin væl áleiðis við matstovum í Føroyum, men enn er kortini langt á mál. Skulu vit framhaldandi menna okkum, er umráðandi, at matarstøðini fáa møguleikan at betra um inntøkugrundarlagið.

Her er eitt valynski frá Ferðavinnufelagnum, fleiri valynski kunnu lesast her 

Seinastu árini hava nýggj og spennandi matarstøð sæð dagsins ljós, og hesi støð hava alstóran týdning í ferðavinnuhøpi.

Norðurlendsk matarmentan er nógv frammi í hesum árum, so rákið er við okkum. Samstundis, sum vit fáa fleiri og fleiri ferðafólk til landið at brúka hesi matarstøð, eru tað fleiri og fleiri føroyingar, sum eisini fáa ágóðan av hesum støðum og eru við til at halda teimum uppi.

Ferðafólk sakna tó matarstøð kring landið. Tað er tískil umráðandi, at vit seta ljós á støðuna í matstovuvinnuni og betra um umstøðurnar hjá íverksetarum at fáa sett fleiri matstovur ígongd kring landið. Vit hava brúk fyri arbeiðsplássunum og ikki skuldi verið neyðugt at leggja fótonglar fyri eldsálum, sum eru við til at skapa virksemi og trivnað runt landið.

Innkeyp av øli, víni og cider
Ein tann stórsta útreiðslan hjá einum matarstaði eru drykkjuvørurnar. Matarstøð keypa í løtuni inn fyri á leið sama prís sum vanligir kundar í Rúsdrekkasølu Landsins. Sum er, fáa loyvishavarar 5% í avsláttri, men samstundis skulu teir gjalda fyri skeinkiloyvini, so alt í alt er fyrimunurin ikki tann stóri í mun til vanligar kundar.

Høgi innkeypsprísurin á drykkivørum ger tað torført hjá matstovum at bera seg. Matstovurnar lata sær lynda í mun til vinningin, og hetta kann ikki halda fram, um ferðavinnan skal mennast.

- Ferðavinnufelagið mælir tí til, at Rúsdrekkasøla Landsins í størri mun skilur ímillum vanligar kundar og vinnuligar innkeyparar. Felagið heldur, at einfaldasti mátin er at hækka avslátturin fyri loyvishavarar frá 5% til 50%.

Hetta heldur felagið eigur at bera til. Heilsumálaráðið legði í summar fram Rúsdrekka- og rúsevnispolitikk Føroya, har eitt av høvuðstiltøkunum, sum mælt var til, snúði seg um at avlopskravið hjá Rúsdrekkasølu Landsins skuldi avtakast. Ferðavinnufelagið heldur, at landið, við at ganga ynskinum hjá felagnum á møti, kann verða við til at stimbra ferðavinnuna og tryggja arbeiðspláss kring alt landið. Í ferðavinnuni eru møguleiki fyri at skapa vøkstur í økjum, har annars ikki nógv virksemi er.

Sostatt heita vit á myndugleikarnar um at seta málið á skrá og harvið betra um møguleikan hjá matstovum í Føroyum at vinna pening og skapa vøkstur.

Vinarliga

Ferðavinnufelagið

Samband: Henny á Líknargøtu

Tel: 235900

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L