Ferðavinnufelagið havt aðalfund

08. november. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fríggjadagin 5. november varð aðalfundur hildin í Ferðavinnufelagnum.

Á aðalfundinum stóðu tríggir nevndarlimir fyri vali; tey vóru Jákup Sverri Kass, formaður, Henny á Líknargøtu, næstformaður og Finn Johannesen. Tey vóru øll trý afturvald fyri tvey ár. Hinir nevndarlimirnir í Ferðavinnufelagnum eru Fríðun Jacobsen og Jóhanna Rasmussen.
Á aðalfundinum hevði Ferðavinnufelagið vitjan av Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn og Finn Johannesen, stjóra í Sp/f Vilt, ið varð kosið til Ársins Átak á Vinnudegnum í ár. Heðin Mortensen greiddi frá, hvørjar møguleikar Tórshavnar kommuna sær í ferðavinnuni, og hvønn leiklut kommunan hevur í at menna karmar og tænastur til ferðafólk. Finn Johannesen greiddi frá virkseminum hjá Sp/f Vilt, og hvørjar møguleikar hann sær fyri víðari menning av ferðavinnuvirkseminum.

Annað á breddanum

  1. NámX-næmingar fingu diplom í ferðavinnu

    NámX-næmingar fingu fríggjadagin diplom eftir níggju vikur við frálæru í ferðavinnu

    08. desember. 2025 | Ferðavinna
    IMG 5856
  2. Frávik frá føroyska málinum fær kalda móttøku

    Bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið mótmæla uppskotinum um at loyva útboðum á øðrum máli enn føroyskum

    08. desember. 2025 | Almenn tíðindi
    Skærmbillede 2023 05 30 120113
  3. KT-vinnan setur útflutning á dagsskránna

    KT-vinnan savnast 16. desember fyri at seta útflutning av føroyskum KT-loysnum í miðdepilin og leggja kós fyri altjóða menning

    02. desember. 2025 | KT- og samskifti
    Vinnuhusid 4