Ferðavinnufelagið heldur aðalfund fríggjadagin

02. november. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í ár luttaka Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og Finn Johannesen, stjóri fyri Ársins Átaki, á aðalfundinum.

Fríggjadagin 5. november heldur Ferðavinnufelagið aðalfund á Hotel Tórshavn. Sjálvur aðalfundurin byrjar kl. 14 og verður hildin sambært grein 8 í lógum felagsins. Tá formligi parturin av aðalfundinum er liðugur, fer Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, at greiða frá, hvørjar møguleikar kommunan sær í ferðavinnuni, og hvønn leiklut kommunan hevur í at menna karmar og tænastur til ferðafólk. Aðalfundurin hjá Ferðavinnufelagnum fær eisini vitjan av Finn Johannesen, stjóra í Sp/f Vilt, ið fer at greiða frá virkseminum hjá Sp/f Vilt, og hvørjar møguleikar hann sær fyri víðari menning av ferðavinnuvirkseminum. Sp/f Vilt varð kosið til Ársins Átak á Vinnudegnum í ár.
Um kvøldið verður skipað fyri døgurða á Hotel Tórshavn. Í sambandi við døgurðan er neyðugt við tilmelding, ið fer fram við at ringja til Vinnuhúsið, tlf. 309900, ella við at senda teldupost til industry@industry.fo. Síðsta freist at melda til døgurðan er mikudagin 3. november.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya