Ferðavinnufelagið skipað

08. desember. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nevndin í nýstovnaða Ferðavinnufelagnum hevur nú skipað seg við Ásu Johnsdóttir sum formanni og Fríðun Jacobsen sum næstformanni.

Ferðavinnufelagið hevði stovnandi aðalfund 31. oktober og nevndin skipaði seg á fyrsta nevndarfundinum, ið varð hildin 3. desember. Umframt Ásu og Fríðun, ið starvast hjá ávikavist Hotel Hafnia og Green Gate Incoming, eru hinir nevndarlimirnir Jákup Sverri Kassi (Smyril Line), Henny á Líknagøtu (Atlantsflog) og Magni Blástein (Fiskiferðir).
Eitt av málunum hjá Ferðavinnufelagnum er at fáa fleiri og betri hagtøl til vegar. Hetta fellur væl saman við, at SamVit nú ferð undir eina verkætlan, ið skal tryggja betri innsavnan av hagtølum í ferðavinnuni. Ein bólkur skal setast til at fyrireika hesa verkætlan og hevur Ferðavinnufelagið valt Jákup Sverra Kass at umboða seg í hesum arbeiði.

Annað á breddanum

  1. Kjak: Eru ov nógv almenn starvsfólk, ella er privata vinnan ov veik?

    Í nýggjasta partinum av poddvarpsrøðini Frí Mikrofon hjá Frihedsbrevet standa Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, hvør sínu megin í kjaki um vaksandi starvsfólkahópin í almenna geiranum

    03. Februar. 2025
    Niels Suni
  2. Tryggja tær pláss til Aliráðstevnuna 2025

    Nú kanst tú melda teg til árligu Aliráðstevnuna, har fólk í alivinnuni og onnur áhugað hittast til fyrilestrar og orðaskifti um havbúnað

    03. Februar. 2025 | Havbúnaður
    Billede
  3. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet handað krøv

    Mikudagin 29. januar byrjaðu samráðingarnar um nýggjan sáttmála fyri starvsfólk í Føroya Banka, Trygd og Skyn

    03. Februar. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Samráðingar Millum Finansforbundet Og FAG (Vika 6)