Økisvitjan Tórshavn Vika 5

Ferðavinnufelagið skipar fyri økisvitjan

27. januar. 2025 | Tiltak | Ferðavinna

Dagurin byrjar á Hotel Djurhuus við eini rundvísing av hotellinum kl. 14:30.


Kl. 15:30 verður farið til gongu til Norrøna. Her verða brellbitar at fáa, og frágreiðing verður um umbyggingina og um hvørjir hentleikar eru umborð.


Síðani verður farið ein gongutúr kl. 17:00, har Visit Tórshavn greiðir frá menningini av Reyni og frágreiðing meðan gingið verður gjøgnum viðarlundina.


Vit enda hjá 62N Hotel uml. kl. 18:30, har greitt verður frá virkseminum og har verður eisini okkurt til matna.


Fyrstu ferð Ferðavinnufelagið skipaði fyri eini økisvitjan var í 2018. Tá var vitjað á Sandoynni, og í 2019 var vitjað vesturi í Vágunum. Til seinasta økisvitjan, sum var í 2022, varð vitjað í Norðoyggjum.


Ferðavinnufelagið er farið undir hetta átak fyri at kasta ljós á ferðavinnutilboðini kring landið og at skapa karmar fyri, at økini fáa marknaðarført síni øki fyri limum í felagnum, og limafyritøkurnar somuleiðis fáa meira vitan um økið, sum kann verða við til, at tær fara at brúka økið meira í framtíðini.


Ferðavinnufelagið vónar, at tað verður góð undirtøka fyri økisvitjanini í Tórshavn, og at felagið á henda hátt framhaldandi kann verða við til at økja um kunnleikan um ferðavinnutilboðini kring landið.


Tiltakið er bert fyri limir í Ferðavinnufelagnum. Tilmelding á leinkjuni her, í seinasta lagi mánadagin 10. februar kl. 12.00

Annað á breddanum

  1. Skilagott at stilla pensjónsaldurin

    Tað er neyðugt at stilla pensjónsaldurin í royndini at tryggja búskaparliga haldførið, men skipanin má ikki gloyma menniskjuni.

    31. Mars. 2025
    Pensjónsaldur
  2. Samskifti hevur aðalfund

    Hósdagin 3. apríl kl. 12:00 verður aðalfundur í felagnum

    31. Mars. 2025 | KT- og samskifti
    479956199 1170827671233774 7353576297619675991 N (1)
  3. Tollur tyngir útflutningsvinnuna

    Tollur er ikki bara eitt prosenttal. Hann er beinleiðis orsøk til, at føroyskar fyritøkur tapa milliónir og stríðast við ójavna kapping

    26. Mars. 2025
    Depositphotos 127678960 XL