Ferðavinnufólk savnaðust um sólarmyrking

24. mars. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fríggjadagin 21. mars hittist stórur partur av ferðavinnuni til tiltakið “Sólarmyrking og ferðavinna”, sum Ferðavinnufelagið skipaði fyri.

Ferðavinnufelagið ynskti at savna ferðavinnuna, so at vinnan í einum meira óformligum høpi kundi hittast og tosa um evnið  av felags áhuga. Men nú tað bert er eitt lítið ár til sólarmyrkingina, var tað upplagt at gera hetta til eitt tiltak, har vit eisini fáa varpað ljós á sólarmyrkingina , sum helst er størsta einstaka hending í føroyskari ferðavinnu.

Tiltakið var tí bæði ein faklig innføring í tað, sum føroyaska ferðavinnan skal gerast heimsmeistari í um eitt lítið ár, nevniliga at vera vertir í sambandi við eina sólarmyrking, eins og tað var eitt tiltak til savnan av aktørunum í føroysku ferðavinnuni og eitt høvi at hugna sær saman.

  

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya