Ferðavinnuhagtøl verða nú innsavnað av Hagstovuni

17. desember. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Ferðaráðið og Hagstovan hava fingið í lag eina avtalu um ferðavinnuhagtøl, ið verður innsavnað av Hagstovuni frá 2013.

”Ferðavinnufelagði hevur í mong ár umbiðið hagtøl fyri ferðavinnuna, og tí eru vit glað fyri, at hendan avtalan er komin í lag”. Soleiðis sigur Henny á Líknargøtu, forkvinna í Ferðavinnufelagnum.

Í fyrstu syftu snýr tað seg um gistingarhagtøl, men Ferðavinnufelagið væntar, at hesi hagtøl fara eisini at fevna um onnur áhugaverd lyklatøl.

Henny á Líknargøtu sigur: ”Ferðavinnufelagið hevur í nøkur ár víst á hendan trupulleikan, at hagtøl fyri ferðavinnuna ikki eru innsavnaði. Tað er avgerðandi at hava álítandi hagtøl, um ein skal siga nakað um støðuna í vinnuni, menningina og ikki minst avgerðargundarlagið. Groft sagt, so er ein vinna uttan hagtøl ikki serliga høgt mett. Og tað sendur út ein keðiligan boðskap – tí ferðavinnan er og kann gerast alsamt meira  fíggjarliga galdandi fyri Føroyar.”

Forkvinnan heldur á fram: ” Vit í Ferðavinnufelagnum hava allatíð mett, at innsavningin av hagtølum fyri ferðavinnuna er ein uppgáva hjá Ferðaráðnum í samstarvi við Hagstovuna, sum við lóg hevur heimild  at savna inn hagtøl. Hesi seinastu árini hava vit savnað inn hagtøl uttan at hava heimild  til tað. Av hesi orsøk hevur tað verið sera trupult at fingið álítandi hagtøl.

Síðani 2010 hevur Ferðavinnufelagið innsavnað og viðgjørt tøl frá ferðavinnuni fyri árini 2009, 2010 og 2011 og hava givið út tvær ársfrágreiðingar. Vit í Ferðavinnufelagnum eru nøgd við tey úrslit, ið eru innkomin, men dylja ikki fyri at ein ávís óvissa er tengt at uppgerðunum í hesum báðum ársfrágreiðingunum. Mette K. Kibsgaard, ið er samskipari í Ferðavinnufelagnum og hevur ábyrgd av ársfrágreiðingini fyri 2011, vísir tó á, at ferðavinnan hevur víst stóran samstarvsvilja í sambandi við  útflýggjanina av teirra tølum. Tey flestu skráseta neyv tøl, men tá ein ikki hevur somu heimild sum Hagstovan til at savnað inn upplýsingar, kann ein ikki seta somu krøv til góðskuna av upplýsingunum.”

Ferðavinnufelagið frøist um, at Hagstovan fer at taka sær av hesi uppgávu. Hetta fer at gera hagtølini meira eftirfarandi og gagnlig fyri ferðavinnuna. 

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya