Ferðavinnuprát á Kafe Kaspar í 2012

19. desember. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Ferðavinnufelagið hevur fingið fleiri áheitanir frá vinnuni um at skipa soleiðis fyri, at vinnan møtist, óformelt, nakrar ferðir um árið.

Hettar hevur Ferðavinnufelagið valt at gera nakað við og hevur avgjørt at áhugaði í ferðavinnuni møtast í Kafe Kaspar (Hotel Hafnia á Áarvegnum) hesar dagar í 2012:
3. feb.                kl. 15:30
16. mars            kl. 15:30
27. apríl             kl. 15:30
1. juni                 kl. 15:30
7. sept.              kl. 15:30
26. okt.              Kl. 15:30
30 nov.              Kl. 15:30
Gott hevði verið um tit settu hesi dato í kalendarin og møttu fjølment.
Onki serligt er sett á skránna til hesar fundir, lagt verður bara upp til at ferðavinnan møtist, prátar saman og sparrar. Tað kann tó meira enn so henda at skipað verður fyri onkrum í sambandi við hesar fundir, men onki er lagt fast enn.
Ferðavinnufelagið vónar at tað verður tikið væl ímótið hesum.

Annað á breddanum

  1. NámX-næmingar fingu diplom í ferðavinnu

    NámX-næmingar fingu fríggjadagin diplom eftir níggju vikur við frálæru í ferðavinnu

    08. desember. 2025 | Ferðavinna
    IMG 5856
  2. Frávik frá føroyska málinum fær kalda móttøku

    Bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið mótmæla uppskotinum um at loyva útboðum á øðrum máli enn føroyskum

    08. desember. 2025 | Almenn tíðindi
    Skærmbillede 2023 05 30 120113
  3. KT-vinnan setur útflutning á dagsskránna

    KT-vinnan savnast 16. desember fyri at seta útflutning av føroyskum KT-loysnum í miðdepilin og leggja kós fyri altjóða menning

    02. desember. 2025 | KT- og samskifti
    Vinnuhusid 4