Ferðavinnustevnan
Ferðavinnufelagið

Ferðavinnustevnan 10. november 2023

23. oktober. 2023 | Tíðindi | Ferðavinna

Árliga Ferðavinnustevnan verður á Panorama á Hotel Hafnia fríggjadagin tann 10. november.

Á stevnuni verða aftur í ár ársins ferðavinnufólk, ársins eldsál og ársins nýbrot kosin.

Ferðavinnustevnan verður sum vant skipað við ráðstevnu um dagin og veitslu um kvøldið, tá eisini heiðursbrøv í ferðavinnuni verða handað. Tað er Ferðavinnufelagið sum skipar fyri Ferðavinnustevnuni.

Skráin verður kunngjørd í næstum.

Boðað verður frá, tá ið møguligt verður at tekna seg til Ferðavinnustevnuna.

Tilnevningar til heiðursbrøv kunnu saman við grundgevingum sendast við telduposti til bara@industry.fo. Freistin er fríggjadagin 3. november.

Í dómsnevndini sita Árni Olsen fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Tordis K. á Rógvi Biskopstø fyri kunningarstovurnar.

Heiðursbrævabólkarnir: 


Ársins ferðavinnufólk
Tey, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum, og sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Fólk, sum eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan.

Ársins eldsál
Tey, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.

Ársins nýbrot
Tey, sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, sum hava fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika. Øll kunnu vinna ársins nýbrot: einstaklingar, virkir, stovnar og felagsskapir. Treytin er bert, at tey í farna árinum skulu hava gjørt okkurt serliga nýhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum.

í 2022 fingu Jóhannus Kallsgarð, bóndi á Trøllanesi heiðursbrævið sum ársins ferðavinnufólk, Tjørnuvíkarleiðin hjá Sunda Kommunu heiðursbrævið sum ársins nýbrot og Hans Esbern Heinesen úr Tjørnuvík heiðursbrævið sum ársins eldsál:

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya