Fríggjadagin 10. mars skipar Ferðavinnufelagið í samstarvi við Visit Faroe Islands fyri Ferðasvinnustevnu, sum skal seta ferðavinnuárið 2017 ígongd
Talan verður um eitt øðrvísi tiltak, sum skal eggja til samstarv, vitanardeiling og nýhugsan í ferðavinnuni. Stevnan verður hildin á Østrøm og verður skipað við einum dagtiltaki, sum byrjar eftir døgurða og eini veitslu um kvøldið, tá eisini heiðursbrøv verða handað.
Vónað verður, at ferðavinnan fer at taka væl undir við Ferðavinnustevnuni. Boðað verður frá, tá ið tilber at melda seg til stevnuna.