Depositphotos 308077622 XL

Ferðavinnustevnan 2023

10. november. 2023 | Tiltak

Fríggjadagin 10. november verður Ferðavinnustevna á Panorama á Hotel Hafnia. Ráðstevnan verður frá kl. 16.00 – 18.00, og veitslan frá kl. 18.00, tá eisini ársins heiðursbrøv verða handað.

Stevnan er skipað við ráðstevnu seinnapart og síðani veitsluhaldi um kvøldið, tá eisini ársins ferðavinnufólk, ársins eldsál og ársins nýbrot verða kosin. Lagt verður upp til ein kveikjandi, áhugaverdan og stuttligan dag, har vit seta føroysku ferðavinnuna í fokus og hátíðarhalda ferðavinnuárið 2023.

Tað er Ferðavinnufelagið, sum skipar fyri Ferðavinnustevnuni. Endamálið er at savna ferðavinnuna til hátíðarhald, íblástur og óformliga samveru. Stevnan hevur verið hildin síðani 2015, tó ikki í 2020 vegna korona.

Seinasta freist at melda til Ferðavinnustevnuna er mikudagin 8. november á midnátt.



Veitslan byrjar kl. 18.00 beint eftir ráðstevnuna. Byrjað verður við ábiti í Katrinu Christiansen og kl. 19.30 verður farið í veitsluhølið Panorama.

Annað á breddanum

  1. Skilagott at stilla pensjónsaldurin

    Tað er neyðugt at stilla pensjónsaldurin í royndini at tryggja búskaparliga haldførið, men skipanin má ikki gloyma menniskjuni.

    31. Mars. 2025
    Pensjónsaldur
  2. Samskifti hevur aðalfund

    Hósdagin 3. apríl kl. 12:00 verður aðalfundur í felagnum

    31. Mars. 2025 | KT- og samskifti
    479956199 1170827671233774 7353576297619675991 N (1)
  3. Tollur tyngir útflutningsvinnuna

    Tollur er ikki bara eitt prosenttal. Hann er beinleiðis orsøk til, at føroyskar fyritøkur tapa milliónir og stríðast við ójavna kapping

    26. Mars. 2025
    Depositphotos 127678960 XL