Ferðavinnustevnan av á hesum sinni

25. mars. 2019 | Tíðindi | Ferðavinna

Fríggjadagin vóru nógv fólk í ferðavinnuni stødd á Panorama á Hotel Hafnia. Á skránni vóru fyrilestrar og heiðurbrævahandan. Illveðrið fríggjadagin hevði broytingar við sær, og fleiri fyrilestrahaldarar komu á skránna enn upprunaliga ætlað

Endamálið við stevnuni var at skjóta ferðavinnuárið 2019 í gongd við íblásandi framløgum, sum í ár serliga kastaðu ljós á íverksetan, ferðavinnumenning og gistingarøkið.

Framløgurnar vóru:

-    Leingi er tað, ið væl skal verða – okkara royndir í Vestmanna, Gunnar Skúvadal, Vestmanna Tourist Center og Sjóferðir

- Íverksetan í ferðavinnuni, Sóley Heradóttir Hammer, umsitari á Hugskotinum

- Ferðavinnumenningin á Sandoynni, Tordis K. á Rógvi Simonsen, leiðari áVisit Sandoy

- A rural destination – is it worth all the hard work, Finnur Yngvi Kristinsson - borgarstjóri í Eyjafjarðarsveit (Akureyri Country Side) og fyrrv. hotelstjóri á Siglo Hotel í Siglufirði

- Mín yrkisleið og royndir innan gistingarhúsvinnuna - hotellrakstur, leiðsla og fyrireiking til komandi avbjóðingar, Robert Thomsen, samtaksstjóri í Arp-Hansen Hotel Group innan rakstur og HR – COO

Ferðavinnufelagið nýtti eisini høvi at vísa ein film, sum lýsir týdningin av at avtaka einkarinnkeypið hjá Rúsrdekkasølu Landsins, soleiðis at matstovuvinnan kann keypa drykkivørur inn á vanligum handilsligum grundarlagi. Filmurin lýsir eisini, at ein tílík broyting á ongan hátt hevði broytt einkarsøluskipanina hjá landinum, sum framhaldandi hevði verið einasta einasta sølustað, har vanligi kundin kann keypa rúsdrekka.

Á veitsluni um kvøldið vórðu ársins heiðursbrøv handað:


Ársins ferðavinnufólk:
Tey, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum, og sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Fólk sum eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan.

Tórstein Christiansen frá GreenGate Incoming fór avstað við hesum heiðrinum við grundgevingini:
“Altíð til dystin fús. Tænastusinnaður og jaligur hevur Tórstein við drívmegi og eldhuga flutt føroyska ferðavinnu fram á leið. Hann hálar manga ráðstevnu til landið. Hann samskipaði sólarmyrkingina fyrimyndarliga og er eitt gott umboð fyri føroyska ferðavinnu úti í heimi. Heppin eru vit at hava Tórstein í ferðavinnuni.”

Jóhanna Rasmussen frá Gist & Vist og Kinga Eysturland frá Eysturland Sp/f vóru eisini í uppskoti at fáa hetta heiðursbræv.

Ársins nýbrot:
Tey, sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, sum hava fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika. Øll kunnu vinna ársins nýbrot: einstaklingar, virkir, stovnar og felagsskapir. Treytin er bert, at tey í farna árinum skulu hava gjørt okkurt serliga nýnhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum.

Tað var KOKS, sum fekk hetta heiðursbrævið, og grundgevingin ljóðaði soleiðis:
“Tey gera tað ómøguliga møguligt og bróta síðani aftur upp úr nýggjum. Tey hava dirvi at fara út um vanligu bøgarðarnar og tora at verða nýhugsandi í mun til staðseting. Tey taka støði í tí staðbundna og siðbundna, samstundis sum tey ganga á odda og slóða fyri. KOKS er ein varði, eitt flaggskip og eitt nýbrot í føroyskari matstovuvinnu.”

Guide to Faroe Islands og Føroya Grótvirki vóru eisini í uppskoti til hetta heiðursbræv.


Ársins eldsál:
Tey, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.

Halda Juul Olsen frá HK-Bussum, var við hesum orðum vald ársins eldsál:
“Ótroyttiliga fær hon endarnar at røkka saman. Um ikki tað er á skrivstovuni, so er tað handan róðrið. Hon ferðast trúgv til hvørja ráðstevnu, er framsøkin og altíð til taks. Fakligi stoltleikin skarar framúr, og Halda og hennara starvsstað eru við til at lyfta og menna ferðavinnuna við at bjóða útferðir alt árið.”

Í dómsnevndini sótu Árni Olsen fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Tordis K. á Rógvi Simonsen fyri Kunningarstovurnar.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L