Opið er fyri tilmelding til Ferðavinnustevnuna 2018, sum verður hildin fríggjadagin 16. mars frá kl. 15.30
Á Ferðavinnustevnuni 16. mars skjýtur Ferðavinnufelagið ferðavinnuárið 2018 ígongd. Endamálið í ár er at birta til íblásturs í mun til teir ferðavinnumøguleikar, ið kunnu verða kring landið. Hetta verður gjørt við føroyskum og íslendskum framløgum, ið hava til endamáls at vekja íblástur og kasta ljós á teir møguleikar og ágóðar ferðavinnan kann hava við sær.
Dagurin verður skipaður við einum seinnapartstiltaki og veitslu um kvøldið, tá ið eisini heiðursbrøv verða handað. Málið er, at farið verður heimaftur við nýggjum íblástri og einum størri netverki enn frammanundan.
Føroysku framløgurnar verða um Gjáargarð, Heimablíðni við Onnu og Óla og Rib62. Íslendsku fyrilestrahaldararnir koma fra Visit North Iceland, Saga Travel og Bókun.
- Seinnapartstiltakið er frá kl. 15.30 – 18.30
- Veitslan er frá kl. 19.00 – 02.00
Luttøkukostnaður:
Limir í Ferðavinnufelagnum:
- Kr. 400,- fyri hvønn luttakara um dagin
- Kr. 995,- fyri luttøku um dagin og kvøldið
Luttakarar sum ikki eru limir í Ferðavinnufelagnum:
- Kr. 800,- fyri hvønn luttakara um dagin
- Kr. 1.795,- fyri luttøku um dagin og kvøldið
Ferðavinnustevnan er fyri øll, sum virka í ferðavinnuni.
Latum okkum skjóta ferðavinnuárið 2018 ígongd saman á Ferðavinnustevnuni tann 16. mars.
Tilmeldingarfreistin er 14. mars 2018.