Ferðavinnuvitjan hjá Gist & Vist í miðbýnum og RIB62

07. apríl. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í samstarvi við RIB62 skipaðu Hotel Tórshavn, Etika og Áarstova mikudagin 2. apríl fyri ferðavinnuvitjan fyri limum í Ferðavinnufelagnum.

Dagurin byrjaði kl. 14.00 í Sigmundarstovu á Hotel Tórshavn við stuttari framløgu og ábiti. Fyrireikararnir høvdu lagt eina spennandi skrá til rættis. Umframt eina rundvísing á Hotel Tórshavn vitjaðu tey luttakandi Etika og Áarstovu í bólkum og fingu eisini ein túr við Rib62. Á Etika og Áarstovu var ymiskt bjóðað til matna og greitt var frá virkseminum. At enda savnaðust tey luttakandi til hugna á Hvonn.

Hetta er fimta ferðavinnuvitjanin, síðani Ferðavinnufelagið fyri einum lítlum ári síðani fór undir hetta átak fyri limir felagsins. Endamálið við ferðavinnuvitjanunum er at økja um kunnleikan hjá limunum um virksemið hjá hvør øðrum og í longdini at eggja til samstarv í vinnuni. Næsta ferðavinnuvitjanin verður væntandi miðskeiðis í mai mánaði.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya