Fíggjarkreppan broytir keypsmynstrið

19. januar. 2009 | Tíðindi | Fiskivinna

Fíggjarkreppan fær stóran týdning fyri hvat og hvar brúkararnir keypa í 2009. Mest verður hugt eftir prísi, góðsku og heilsu, heldur Merete Kristiansen, marknaðarstjóri í norska Eksportutvalget for fisk.

Hóast 2008 varð eitt metár, har norski útflutningurin av sjógæti var NOK 39 mia., væntar Merete Kristiansen, at gongdin í longdini framvegis verður jalig fyri norsku sjógætisvinnuna. – Nógv fólk fara at hava verri ráð í 2009, men sálarligi virknaðurin av kreppuni kemur eisini at hava stóra ávirkan á brúkaraatburðin. Vit fara at brúka minni pening til mat, vitjanirnar á matstovum verða færri og minni verður keypt av vistfrøðiligum mati. Lágprís- og frystur matur gerst betri umtóktur, og roknað verður við, at bíligu handilsmerkini fara at økja um sín marknaðarpart, sigur Merete Kristiansen.

Fokus á heilsu gevur møguleikar

Hóast fólk fara at hava verri ráð, verður heilsa raðfest frammarlaga komandi árini. Sunnur matur er ein av teimum týdningarmiklastu loysnunum, til tess at fyribyrgja og minka um lívsstílssjúkur, sum nógv fólk dragast við í dag. Sambært tølum frá Nielsen Consumer Insight stríðast 50 prosent av heimsins íbúgvum við yvirvekt.
Samstundis halda 88 prosent at fiskur er sunnur, og 66 prosent halda at fiskur er sunnari enn kjøt og høsnarungi.

Ráðini frá Merete Kristiansen til norskar framleiðarar av sjógæti eru púra greið:
Brúki pakningin til at greiða frá, at sjógæti inniheldur ókeypis omega-3, vitamin D og B12, jod og selen. Nógvir brúkarar vita ikki av, at um tú etur sjógæti tvær til tríggjar ferðir um vikuna, so nýtist tær ikki kostnaðarmiklar vørur sum kapslar, pylsur og jogurt við tilsettum omega 3. Harafturat fært tú góðan smakk og eina góða matuppliving, sigur Merete Kristiansen, sum undirstrikar, at broytingarnar í atferðarmynstrinum ikki merkja, at vit fara at nokta okkum sjálvum góðar. Í staðin fyri at fara á dýrar matstovur, fara fleiri at eta góðan mat heima og helst eisini saman við gestum, greiður hon frá.

Marknaðarføringin má ikki minka

Royndir frá øðrum niðurgangstíðum vísa, at merkjavørur sum halda áfram við at marknaðarføra seg, kunnu vinna marknaðarpartar frá kappingarneytunum. Treytin er tó, at merki frammanundan er lutfalsliga sterkt.
Tað er sjógæti úr Noreg, vísir Merete Kristiansen á. Treytað av, at norska sjógætisvinnan ikki minkar um marknaðarføringina hava vit tí møguleika at koma styrkt úr fíggjarkreppuni í mun til okkara kappingarneytar. At skjalprógva at vøran er burðardygg hevur stóran týdning. Harumframt eigur menning av nýggjum vørum og pakningum at raðfestast soleiðis, at sjógæti úr Noreg gerst atkomiligt hjá fleiri fólkum, heldur hon.

(Kelda: www.kyst.no)

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L