Fíggjarpakkin hjá donsku stjórnini kann eisini umfata føroysku peningastovnarnar

06. oktober. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í gjárkvøldið frættist, at danska stjórnin og peningastovnarnir í ríkinum eru vorðin samd um ein trygdarpakka fyri peningastovnsgeiran. Henda avtala kann eisini umfata føroysku peningastovnarnar.

Avtalan er millum donsku stjórnina og fíggjargeiran gjøgnum “Det Private Beredsskab”. Det Private Beredskab varð stovnað av peningastovnum í kongaríkinum í juni 2007 við tí endamáli, at peningastovnar so vítt møguligt ikki skulu fara á húsagang, men heldur skulu yvirtakast. Nevnast kann, at Det Private Beredskab var við í endurskipanini av Roskilde Bank. Allir teir føroysku peningastovnarnir eru limir í “Det Private Beredskab” og kunnu tí vera fevndir av avtaluni, um teir ynskja tað. Um so er at teir luttaka í hesi avtalu, eru teir føroysku bankakundarnir fevndir av hesum trygdarnetinum, og merkir hetta, at øll innlán og aðrir ótryggjaðir kreditorar (so sum peningastovnar) fáa trygd fyri teirra ágóða í føroyskum peningastovnum.
Fíggjarsektorurin veitur 35 mia. kr. svarandi til 2% av bruttotjóðarúrtøkuni í trygd. Danska stjórnin stillar afturat hesum, ta neyðugu trygdina og stovnsetur eitt endurskipanarfelag, ið kemur at hava til endamáls at hjálpa neyðstøddum peningastovnum. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at innlánskundar og simplir kreditorar ikki missa pening. Skipanin fevnir fyribils um tvey ár, og verður longd um neyðugt.
Trygdarnetið áleggur eisini nakrar ávísar skyldur. T.d. verður álagt peningastovninum at styrkja tað búskaparliga grundarlagið, við ikki at útgjalda vinningsbýti næstu tvey árini. Harafturat verður m.a. forboð sett fyri, at nýggjar partabrævaoptionsskipanir verða gjørdar.
Verandi skipan við innskjótaragaranti verður ikki ávirkað av hesum.
Vegna nevndina í Felagnum Peningastovnar
Janus Petersen, form.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya