Landsstýrið eigur alt fyri eitt at taka stig til at fyrireika eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum boðað er frá í samgonguskjalinum, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag
Fíggjarpolitiska regluverkið eigur at vera sett í verk sum skjótast. Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú Búskaparráðið enn einaferð varpar ljós á beiska veruleikan, at føroyski búskapurin ikki er haldførur.
Fylgið samgonguskjalinum
Seinastu árini hevur hugurin hjá politisku skipanini at brúka pengar verið stórur. Hugurin at styrkja um haldføri hevur ikki verið líka stórur. Av somu orsøk er tað neyðugt við fíggjarpolitiskum afturhaldi, einum regluverki, sum ásetur eitt mark fyri, hvussu nógv almennu útreiðslurnar kunnu vaksa.
Landsstýrið eigur alt fyri eitt at taka stig til at fyrireika eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum boðað er frá í samgonguskjalinum.
Nýskipanir og pensjónsaldur
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at politiska skipanin ikki tekur spurningin um haldførið í nóg stórum álvara. Nú kemur enn ein ávaring frá Búskaparráðnum. Hetta eigur at fáa politisku skipanina at taka sær um reiggj, tí júst haldførið er kanska tann størsta einstaka avbjóðingin, sum okkara samfelag hevur. Longri vit bíða, størri verður avbjóðingin. Tí mugu stig takast nú.
Umframt fíggjarpolitiska regluverkið, mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til, at politiska skipanin skundar undir arbeiðið at broyta pensjónsaldurin, at skipa samfelagið einfaldari og effektivari og at fáa framt neyðugu nýskipanirnar til frama fyri haldførið á føroyska búskapinum.
Tiltak um haldføri
Nýggja frágreiðingin hjá Búskaparráðnum er beiskur lesnaður. Vit mugu taka ávaringarnar í álvara. Tað er átrokandi við einum sakligum orðaskifti um, hvussu vit saman kunnu loysa týðandi avbjóðingina. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sett sær fyri at hava ein virknan leiklut. Fyrsta stig verður alment tiltak um júst haldførið, sum eftir ætlan verður um miðjan februar.