Fiskimannafelagið dyrkar eina mýtu um ALS

28. august. 2012 | Áskoðan

Fiskimannafelagið og Samtak sýnast ikki at verða nóg væl inni í, hvussu arbeiðsloysisskipanin virkar.

Arbeiðsloysisskipanin (ALS) er eitt trygdarnet fyri fólk, sum gerast arbeiðsleys – eisini sjómenn.

Fiskimannafelagið førir fram, at fiskimenn nærum ikki fáa útgjald úr ALS, men gjalda sum øll onnur á arbeiðsmarknaðinum. Hetta er ikki rætt. Fiskimenn hava, sum øll onnur, rætt til veiting vegna arbeiðsloysi, og tað fáa teir eisini, tá teir eru arbeiðsleysir. Eftir øllum at døma er Fiskimannafelagið ikki serliga væl inni í, hvussu ALS–skipanin virkar.

Tað, sum Fiskimannafelagið rør framundir, er, at fiskimenn skulu fáa veiting frá ALS, tá teir eru heima millum túrar, sjálvt um teir hava starvstilknýtið til eitt reiðarí. Hetta svarar til at tey, sum arbeiða á landi skulu hava pening frá ALS, tá tey hava nakrar frídagar. Tað ber ikki til.

Í tíðindaskrivinum frá Samtak verður víst á at fiskivinnan er so serlig at tað er neyðugt við serskipanum. Hetta kann Føroya Arbeiðsgevarafelag als ikki taka undir við. Sokallaða fiskavirksskipanin, ið veitir teimum, sum arbeiða í fiskiídnaðinum trygd fyri 32 tímum í vikuna, er ein avlagandi skipan, sum er við til at upprætthalda yvirkapasitet í fiskiídnaðinum. Henda skipan eigur harafturímóti at verða avtikin.

Um Fiskimannafelagið er ónøgt við setanarviðurskiftini hjá sínum limum, eigur felagið at taka henda spurningin upp á røttum staði í staðin fyri at spjaða mýtuna um, at fiskimenn ikki fáa pening frá ALS vegna arbeiðsloysi.

Kontakt: Marita Rasmussen, 309900

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya