Føroysk shippingvinna verður niðurlagað og arbeiðspláss fara at hvørva
Sum víst varð á í Degi & Viku í gjárkvøldið, er føroyska reiðaríið Frakt & Sand farið undir tilgongdina at flagga skip teirra úr Føroysku Altjóða Skipaskránni (FAS). Orsøkin til hetta er, at Føroya Fiskimannafelag ikki vil gera sáttmála fyri teir útlendigar, sum eru við m.a. skipum hjá Frakt & Sand. Henda støðan hjá Føroya Fiskimannafelag rakar bara skip, sum eru skrásett í FAS, og sum hava føroyskar eigarar. Skip við útlendskum eigarum verða ikki rakt av atburðinum hjá Fiskimannafelagnum.
At partar av manningunum við føroyskum skipum eru útlendingar er neyðugt, tí veruleikin er tíverri so, at tað mangla føroyingar, sum hava førleikar sum fulltiknir dekkarar innan handilsskipaflotan.
Vanligt er, at útlendingar við skipum í altjóða skipaskráum verða løntir í mun til lønarstøðið í heimlandi teirra. Spurnartekin verða ikki sett við hesa mannagongd, og tað er vanligt hjá manningarfeløgunum í londunum kring okkum at gera tílíkar sáttmálar. Eisini altjóða fakfelagssamstarvið International Transport Workers’ Federation (ITF), har Føroya Fiskimannafelag saman við hinum báðum manningarfeløgunum eisini er limur, heldur gjølla eyga við viðurskiftunum hjá manningum í altjóða handilsskipavinnuni, og hevur tí gjørt nakrar standardsáttmálar, sum liggja sum minstamark fyri, hvat semja kann gerast um.
At føroyingar og útlendingar ikki verða løntir eftir sama sáttmála, er tað sostatt einki løgið í. Tað er soleiðis, henda vinnugreinin virkar um allan heimin, og tað er soleiðis føroyski parturin av vinnugreinini eisini má vera skipaður um føroysku reiðaríini skulu vera kappingarfør. Shipping sum vinnugrein er pr. definitión ein altjóða vinna, og shipping í Føroyum er ein vinnugrein í vøkstri, men hon er tó ógvuliga lítil í altjóða høpi. Vit eru ikki so stór, at vit klára at broyta spælireglurnar, tí mugu vit til eina og hvørja tíð fylgja teimum. Gera vit ikki tað, so missa vit kappingarføri, og vinnugreinin doyr, áðrenn hon veruliga er komin fyri seg.
Tað eru hesar fortreytir Føroya Fiskimannafelag, sum einasta manningarfelagið, ikki vil góðtaka, og Føroya Fiskimannafelag livir tí ikki upp til sína ábyrgd og sína skyldu sum fakfelag at syrgja fyri skipaðum viðurskiftum og at tryggja føroysk arbeiðspláss.
Partarnir á hesum altjóða arbeiðsmarknaðinum – reiðarafelag og manningarfeløg – hava eina ábyrgd av og eina skyldu til at fáa vinnugreinina skipaða og at vaksa, soleiðis at fleiri størv verða skapt, og soleiðis at samfelagsliga ískoytið veksur. Gera vit ikki tað, skal ongin ivi vera um, at reiðaríir ikki fara at velja FAS sum ein møguleika, vinnugreinin verður niðurlagað og arbeiðspláss hvørva.
Tað eru fyrstu teknini uppá hetta, sum vit nú síggja.
Útvið 1350 sjófólk eru við skipunum hjá limareiðaríum í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip (RFF), har eisini Frakt & Sand er limur. Av hesum eru umleið 600 føroyingar, knapt 400 úr hinum norðanlondunum og umleið 350 aðrastaðni frá. Afturat hesum eru umleið 300 størv á landi. Tey allarflestu av skipunum, talan er um, eru undir FAS.
Tað hevur týdning fyri RFF, at hetta økið verður skipað, soleiðis at útlendingum umborð á FAS-skipum við føroyskum eigarum verða tryggjaðar greiðar og fastar lønar- og setanartreytir. RFF hevur tí fleiri ferðir víst Føroya Fiskimannafelagi á, at vit eru sinnað er gera okkara fyri at fáa ein sáttmála fyri útlendingar við FAS-skipum við føroyskum eigarum, og hevur eisini víst á ávísar leistir, sum kundu verið brúktir. Føroya Fiskimannafelag hevur tó als ikki vilja tosað um nakran av hesum møguleikum.
Heldur vil Føroya Fiskimannafelag at skipini flagga út við tí avleiðing, at eisini føroyingarnir við skipunum koma undir verri treytir.
Slagorðið hjá Føroya Fiskimannafelag er sambært heimasíðu teirra, at felagið “Verjir sjónarmið sjófólksins.” Um Fiskimannafelagið veruliga meinar hetta, er tað einasta rætta, at felagið sessast við samráðingarborðið at samráðast um sáttmála fyri útlendingarnar við føroysku handilsskipunum. At trýsta reiðarí og sjófólk úr FAS tænur ongum endamáli.
16. mars 2018
Reiðarafelagið fyri Farmaskip