Fiskivinnuráðstevna á Hotel Føroyum í dag

31. januar. 2022 | Tíðindi | Fiskivinna

Framtíðar føroysk fiskivinna: Møguleikar og avbjóðingar er evnið á ráðstevnu á Hotel Føroyum í dag. Fokus verður sett á tað miðvísa arbeiðið sum er gjørt, og sum framhaldandi skal gerast, fyri at skjalprógva føroyska fiskivinnu sum burðardygga.

Á ráðstevnuni í dag verður sjóneykan sett á, hvussu treytirnar í føroysku fiskivinnuni eru broyttar seinastu árini, og hvussu føroysk fiskivinna og umsiting laga seg til broytingarnar. Arbeiðið við at skjalfesta føroyska fiskiveiðu sum burðardygga, hevur verið á skrá síðan 2012, tá fyrstu góðkenningarnar vórðu fingnar. Hetta hevur verið gjørt eftir standardinum hjá Marine Stewardship Council (MSC).

MSC rekur eina altjóða skipan við góðkenningum, hvørs endamál er at fremja burðardyggan og ábyrgdarfullan fiskiskap. Seinnu árini er burðardygd farið at fylla meira og meira í raðfestingunum hjá brúkarum og stóru handilsketunum á okkara útflutningsmarknaðum, tí hevur arbeiðið við burðardygd eisini borið ávøkst. Í ár hevur føroyska fiskivinnan tikið enn eitt stig á burðardyggu leiðini og stovna felag til at røkja hesi áhugamálini og fremja hetta týdningarmikla virksemi. Fiskiveiðan eftir fleiri av fiskasløgunum er longu góðkend av MSC, og arbeitt verður við at fáa fiskiveiðuna eftir enn fleiri fiskasløgum góðkenda.

Umstingarliga ásetir landsstýrismaðurin fiskidagarnar eftir botnfiski við kunngerð, sum tekur støði í umsitingarætlan.

Endamálið við Fiskivinnustevnuni 2022 er at savna eitt breitt umboð frá vinnuni, granskingarumhvørvið umframt politisku skipanina, til at samskifta um framtíðar føroysku fiskivinnuna. Ein nátúrligur partur av hesum er at umrøða, hvussu heimsmálini hjá ST um ein burðardyggan heim í 2030 ávirka fiskiskap okkara framyvir.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya