Fiskivinnuskipanin ikki fíggjarliga haldfør

21. juni. 2010 | Áskoðan

Tilmælini frá Arbeiðsgevarafelagnum um fiskivinnuna fevna frá einum nýggjum fiskivinnupolitikki til at savna allar altjóða samráðingar í miðfyrisitingini. Mest álvarsamasta staðfestingin er, at fiskivinnan er hvørki fíggjarliga haldfør ella lívfrøðiliga burðardygg.

Hóast Føroya Arbeiðsgevarafelag ásannar, at vánaligur fiskiskapur og lágir prísir seinastu árini hava ávirkað fiskivinnuna skeiva vegin, so staðfestir felagið samstundis, at fleiri ár við lítlari skuld, góðum fiskiskapi og miðalhøgum prísum ikki hevur verið nóg mikið til, at fiskivinnan hevur klárað at konsolidera seg at standa ímóti tey vánaligu árini.

-Sum støðan er og hevur verið í fleiri ár, er ikki annað at siga, enn at skipanin fyri føroyska fiskivinnu als ikki er fíggjarliga haldfør, sigur felagið í ársfrágreiðingini.

Hetta eru álvarsorð og sambært felagnum sær ikki mætari út á lívfrøðiliga bógnum. Fiskifrøðingarnir hava talað fyri deyvum oyrum og eitt av úrslitunum er, at fiskiskapur eftir týdningarmiklum fiskasløgum nærum er farin burtur í einki. Sambært Arbeiðsgevarafelagnum er hetta ein av orsøkunum til, at tað er torført hjá vinnuni at fáa endarnar at røkka saman.

Ringa støðan kemst av vánaligari umsiting av fiskastovnunum. Politiska skipanin og partar av veiðiliðnum hava sera trupult við at ásanna, at veiðiorkan í flotanum er ov stór, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum tí mælir til, at ein fiskivinnupolitikkur verður orðaður og at hesin politikkur tryggjar eina fíggjarliga og lívfrøðiliga burðardygd.

Felagið mælir til, at vinna og myndugleikar semjast um, hvussu fiskivinnan skal umsitast í framtíðini við frægasta úrsliti. Felagið sigur seg kunna taka undir við fleiri av tilmælunum, sum Reiðarafelagið hevur lagt fram fyrr í ár, m.a um at verja ungfisk og at minka skipatalið í ávísum veiðibólkum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir eisini á, hvussu týdningarmikið tað er fyri lidnu fiskavørurnar á marknaðinum, at vit veiða burðardygt. Tað er á marknaðinum, at avgerðirnar verða tiknar um, hvørt eitt fiskaslag er burðardygt umsitið ella ikki.

-Kravið til fiskavøruframleiðandi tjóðirnar er, at hesar í umsiting og fiskiskapi taka tey atlit, sum eru neyðug, fyri at tað hjá vinnuni skal bera til at selja vøruna til hægsta prís, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Felagið stuðlar upp undir, at Føroyar sum fiskivinnutjóð gera meira til tess at fáa haldgóð vísindalig prógv fyri teimum rættindum, Føroyar krevja í altjóða samstarvi. Somuleiðis mælir Arbeiðsgevarafelagið til, at allar millumlanda samráðingar vegna Føroyar verða skipaðar í einum felags umhvørvi í miðfyrisitingini.

-Førleiki, fjølbroytni og tilgongd til samráðingarliðið má tryggjast, soleiðis at ivi hvørki úti ella heima kann reisast um, at Føroyar hava rættin á sínari síðu, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L