Fjølment vinnulið farið til Grønlands

15. apríl. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroyska ferðalagið við løgmanni á odda fór mánamorgunin avstað til Grønlands, har føroyingar skulu luttaka á eini felags føroyskari og grønlendskari vinnuráðstevnu. Við á ferðini eru 48 fólk umboðandi 34 fyritøkur og stovnar umframt løgmansskrivstovuna og Føroya Arbeiðsgevarafelag, ið skipar fyri ferðini.

Í dag verður millumlent í Egilstøðum, har føroyingarnir fara at vitja á Alcoa verksmiðjuni. Seinnapartin verður farið víðari til Reykjavík, har vitjað verður hjá Vørði/Bank Nordik, áðrenn kósin verður sett móti Nuuk í kvøld.

Týsdagin fyrrapart fara føroyingar búsitandi í Grønlandi at greiða frá teirra vinnulívsroyndum. Hetta verður í hølunum hjá BankNordik í Nuuk.

Seinnapartin seta løgmaður og grønlendski vinnu- og ráevnismálráðharrin føroysk/grønlendsku vinnuráðstevnuna í mentunarhúsinum Katuaq. Har fara føroyingar at greiða frá sínum royndum við  m.ø. oljuleitingarvirksemi.

Grønlendingar fara í sínum lagi at greiða frá útlitum og avbjóðingum innan námsvinnu og olju - og gassleiting í Grønlandi. Vinnuráðstevnan heldur áfram mikudagin, har ið aðrar vinnugreinar eisini verða viðgjørdar, eitt nú fiski- og flutningsvinnan.

Týskvøldið er løgmaður vertur við ein døgurða fyri innbodnum.

Mikudagin seinnapart verða styttri fundir millum føroyskar og grønlendskar fyritøkur. Íalt eru umleið 120 fundir avtalaðir frammanundan, og væntandi fer at leggjast afturat komandi dagarnar.

Tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum skipar fyri vinnuferðini. Ráðgevingar fyritøkan Syntesa hevur fingið fundirnar í lag, og Syntesa hevur eisini samskipað ferðina og skránna fyri vinnuráðstevnuna í samstarvi við føroyska og grønlendska arbeiðsgevarafelagið.

Grønlandsferðin endar við virkisvitjanum hósdagin, og ferðalagið kemur heimaftur fríggjadagin.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya