Flatan lágan skatt og fáa útlendskar íløgur til Føroyar

23. mai. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Lágan flatan skatt og vinnukarmar, sum stimbra øktum virksemi. Tað var boðskapurin hjá estiska fíggjarmálaráðharranum á ráðstevnu sum Eysturoyar Vinnufelag skipaði fyri.

Eysturoyar Vinnufelag skipaði hósdagin tann 19. mai fyri einum áhugaverdum tiltakið har m.a. estiski fíggjarmálaráðharrin hevði eina framløgu um, hvørji amboð Estland nýtur fyri at skapa vøkstur í samfelagsbúskapinum. Estland hevur klárað seg betur enn fleiri onnur lond og hevur fíggjarmálaráðharrin fingið viðurkenning í ES fyri dugnaskap.
Estlendski fíggjarmálaráðharri, Jürgen Ligi greiddi m.a. frá, at Estland ger sera nógv fyri at hava “attraktivar” vinnukarmar. Estland hevur eina flata skattaskipan og er skatturin á lønarinntøkum væl lægri enn í norðanlondum. Vinningur í virkjum er skattafríur so leingi hann er í felagnum.  Vinningurin verður bert skattaður um hann verður tikin úr felagnum. Estland hevur eisini eitt lógarverk, ið forðar hall á fíggjarlógini og hevur landi tí staðið seg væl í mun til onnur lond í ES. Hartil skal sigast, at Estland hevur ein lítlan og effektivan almennan bygnað.
Estiski fíggjarmálaráðharrin greiddi frá, at nógv verður gjørt fyri at tryggja, at hugurin hjá fólki at arbeiða ikki skal tálmast av ov høgum inntøkuskattum.  Ella sum hann so væl segði: “Man skal ikki revsa fólk fyri at arbeiða, við at skatta tey ov nógv. Vit hava tørv á fólki, sum vil arbeiða og skapa virksemi.  Neyðugt er, at hava eina skattaskipan, sum er støðug, einføld og ikki hevur neiliga ávirkan á vinnuna og hugin at arbeiða”.
Fleiri politikarar frá landsins umsiting luttóku í ráðstevnuni. Vónandi hava teir tikið okkurt til sín. Tað er alment kent, at Føroyar liggja á ovastu rók, tá tað kemur til skatt á lønarinntøkur.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya