Fríggjakvøldið savnaðust limirnir í Havnar Handverksmeistarafelag fyri at tosa um lærlingastøðuna í handverksvinnuni. Støðan er tíverri soleiðis, at tað gerst alsamt truplari at fáa lærlingar innan flest øll handverksøkini.
Tosað varð um, at tað er alneyðugt at seta størri fokus á yrkisútbúgvingar fyri at fáa lýst hendan møguleikan betri, soleiðis at tey ungu betri kenna sínar valmøguleikar, tá útbúgving skal veljast.
Eisini varð tosað um, hvørjar forðingar eru fyri meistaran at taka lærling. Eitt nú varð nevnt, at á summum økjum mugu lærlingarnir til Danmarkar í skúla, og at hetta kann gerast ein forðing. Tó liggur størsta forðingin í sjálvari yrkisútbugvingarskipanini. Tveir faktorar mugu broytast beinanvegin, fyri at lærlingar skulu støðast. Fyri tað fyrsta má tað vera møguligt hjá teknisku skúlunum at taka lærlingar inn á skúlan meira enn einaferð um árið. Harafturat mugu skúlaskeiðini styttast úr 20 vikum niður í 10 vikur; eisini hóast hetta merkir, at fleiri skúlaskeið vera fyri at varðveita longdina á skúlagondini. Hesi sjónarmið hevur Føroya Handverksmeistarafelag eisini fleiri ferðir víst á.
Havnar Handverksmeistarafelag er saman við Føroya Handverksmeistarafelag í holt við fleiri átøk, sum skulu seta størri fokus á handverksfakini. Nøkur av hesum átøkum verða gjørd saman við Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna og Skúlanum á Fløtum. Talan er um tveir bóklingar til 8-9 flokk. Annar bóklingurin snýr seg um skúlavitjanir á byggiplássum, har næmingarnar undan vitjanini seta seg inn í viðurskifti í byggivinnuni. Hin bóklingurin er eitt roknihefti, har næmingarnir brúka sína egnu skúlastovu sum dømi um, hvussu handverkararnir, sum hava bygt skúlan, nýta sínar rokniførleikar í sínum arbeiði.
Tiltakið fríggjakvøldið var ætlað sum eitt óformligt høvi hjá limunum í Havnar Handverksmeistarafelag, sum er limur í Føroya Handverksmeistarafelag, at tosa um omanfyri nevndu viðurskifti. Vónandi fara hesi átøk, sum nú eru sett ígongd, at betra um lærlingatilgongdina.