KT (1)
KT-Felagið

Fleiri enn 80 nýggj lesandi á KT-útbúgvingunum á Setrinum

04. september. 2023 | Tíðindi

KT-felagið fegnast um góðu gongdina

Tað hevur verið eitt aðalmál hjá KT-felagnum í nógv ár, at KT-útbúgvingar eru atkomiligar í Føroyum. Fróðskaparsetur Føroya bjóðar út fleiri ymiskar KT-útbúgvingar. Nevnast kunnu bachelor-útbúgvingin í KT-verkfrøði, master-útbúgvingin í dátuvísindum og diplom-útbúgvingin í web-menning. Tað hevur stóran týdning at frálæran tekur støði í føroyska samfelagnum og teimum avbjóðingum vit hava her.

Ulla Joensen, forkvinna í KT-felagnum gleðist um, at so nógvir næmingar eru byrjaðir uppá KT-útbúgvingar í Føroyum: "Tað hevur alstóran týdning at varðveita KT-fólk í Føroyum, um vit sum samfelag skulu fylgja við í knutøligu mennigini."

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya