Skærmbillede 2023 11 06 084708

Fleiri føroyskar fyritøkur til India

06. november. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Endamálið við vinnuferðini til India er at styrkja samstarvið millum vinnulívið í Føroyum og India.

Fleiri føroyskar fyritøkur fara seinni í mánaðinum á vinnuferð til India. Millum fyritøkurnar eru fleiri føroyskar KT fyritøkur. Vinnuferðin er liður í at knýta sambond og at styrkja samstarvið við India og millum føroyskt og indiskt vinnulív.

Stór ráðstevna

Tað er Løgmansskrivstovan, sum saman við Vinnuhúsinum skipar fyri almennu vinnuferðini. Hon verður í døgunum 20. – 24. november í New Delhi. Stóra ráðstevnan India Nordic Baltic Business Conclave er karmur um ferðina. Á ráðstevnuni skal løgmaður millum annað flyta fram røðu.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya