Semja um sáttmálan fyri flogternur varð undirskrivað í farnu viku.
Týsdagin 8. november undirskrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið undir nýggjan 2-ára sáttmála, sum er galdandi til 31. oktober 2018.
Semjan liggur á sama støði, sum hinir sáttmálarnir, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt síðan mai 2016. Tað vil siga, eina samlaða lønarhækking á 2,2 % fyrra árið og 2,3 % seinna árið. Harafturat eru tillagingar og broytingar gjørdar í sáttmálanum, eisini í mun til at Starvsmannafelagið hevur yvirtikið sáttmálan frá Súluni, sum fyrr í ár meldaði seg inn í Starvsmannafelagið.