Fm
Føroya Handverksmeistarafelag

FM fyri handverkslærlingar aftur á skrá í 2025

11. november. 2024 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Tann 27. og 28. februar 2025 verður FM fyri handverkslærlingar hildið á Glasi. Lærlingar úr ymiskum handverksfakum fara at kappast um at vinna heiðurin sum føroyameistari innan sítt yrki

Í 2025 verður kappingin størri enn nakrantíð, og lærlingar fara at kappast í hesum fakum:

  • bilsmíð,
  • el-arbeiði,
  • timbur,
  • hárfríðkan,
  • rør- og blikksmíð, og
  • maskinsmíð.


Hetta er triðju ferð, at FM fyri handverkslærlingar verður fyriskipað í Føroyum. Hesaferð verður tiltakið størri og við fleiri kappingum enn nakrantíð áður. Afturat kappingini verður eisini møguleiki hjá øllum at uppliva aðrar yrkisútbúgvingar, sum verða vístar fram til tiltakið.

Endamálið við FM fyri handverkslærlingar er at heiðra góðum handverki og at varpa ljós á týdningin av yrkisútbúgvingum. Tiltakið er opið fyri almenninginum, og allir 8. flokkar kring landið eru innbodnir at uppliva kappingarnar og fáa innlit í yrkisútbúgvingarvegin sum yrkisleið.

FM fyri handverkslærlingar verður skipað sum samstarv millum Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, Glasir, Tekniska Skúlan í Klaksvík, og Yrkisdepilin. Høvuðsstuðul av tiltakinum er MEST.

Annað á breddanum

  1. Skilagott at stilla pensjónsaldurin

    Tað er neyðugt at stilla pensjónsaldurin í royndini at tryggja búskaparliga haldførið, men skipanin má ikki gloyma menniskjuni.

    31. Mars. 2025
    Pensjónsaldur
  2. Samskifti hevur aðalfund

    Hósdagin 3. apríl kl. 12:00 verður aðalfundur í felagnum

    31. Mars. 2025 | KT- og samskifti
    479956199 1170827671233774 7353576297619675991 N (1)
  3. Tollur tyngir útflutningsvinnuna

    Tollur er ikki bara eitt prosenttal. Hann er beinleiðis orsøk til, at føroyskar fyritøkur tapa milliónir og stríðast við ójavna kapping

    26. Mars. 2025
    Depositphotos 127678960 XL