Á øðrum sinni verður skipa fyri FM fyri handverkslærlingum. Hesaferð vera væl fleiri fak við.
Føroya Handverksmeistarafelag er høvuðsfyriskipari av FM fyri handverkslærlingar, sum á fyrsta sinni varð hildið á Torginum í SMS í oktober í fjør, har kappast var í rørsmíð, timbur og hárfríðkan.
Hesaferð hava fyriskipararnir valt at víðka munandi um FM kappingina, við at bjóða kapping í øllum handverksfakunum, sum hava skúlagongd í Føroyum. Fyri at hetta kann gerast veruleiki, er neyðugt at hava fleiri hølir at hýsa FM kappingini.
Torgið í SMS kemur framvegis at vera høvuðskarmur um kappingina, har kappast verður í hárfríðkan, timbur og el. Síðani verða skúlahølini á Glasi og Tekniska skúla í Klaksvík tikin í nýðslu. Á Glasi vera smiðjuútbúgvingarnar maskin, rør og bil, meðan Tekniski skúli í Klaksvík verður vertur fyri kokkakappingini.
FM fyri handverkslærlingar verður skipað sum samstarv millum Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, Glasir, Tekniska skúla í Klaksvík og Yrkisdepilin.
Komandi FM fyri handverkslærlingar verður 28. februar og 1. mars 2019.