- soleiðis at fyritøkur fáa fría atgongd til arbeiðsmegi
Her er eitt valynski frá Føroya Arbeiðsgevarafelag. Fleiri valynski kunnu lesast her
Føroyski arbeiðsmarknaður er opin, og føroyingar hava frælsi at flyta seg út um landoddarnar eftur nýggjum størvum – eisini um líknandi størv eru at fáa í Føroyum. Um hetta framhaldandi skal vera soleiðis, er neyðugt, at eisini føroyskir arbeiðsgevarar fáa fríar ræsur til at fáa arbeiðsmegi inn um landoddarnar.
Einki er at ivast í, at tørvurin á arbeiðsmegi er størri enn tann tørvur, vit ítøkiliga síggja. Sannlíkt er, at fyritøkur halda seg aftur við t.d. at bjóða uppá arbeiði, tá tær ikki vita, um tær kunnu fáa neyðuga arbeiðsmegina til uppgávuna, og tí tykist tørvurin lægri, enn hann hevði verið, um fyritøkurnar sluppu at virka frítt.
Føroyskar fyritøkur hava fingið lættari atgongd til arbeiðsmegi úr ES-londunum, tá arbeiðsloysið fer niðurum 3,5 %, og tað er støðan í løtuni. Hetta kann fyribyrgja ógvuliga óhepnu støðuna, sum vit høvdu miskeiðis í farna áratíggju, men hetta er tó als ikki nokk.
Kapping um arbeiðsmegi er ikki bert í Føroyum, men eisini í øllum okkara grannalondum. Og tá vit hava framgongd í Føroyum, er sannlíkt, at grannalond okkara eisini hava tað. Um vit hava strangari treytir í mun til útlendska arbeiðsmegi enn grannalondini, eru vit aftast í røðini í kappingini um arbeiðsmegina, og hetta kann kosta okkum dýrt. Vit eiga framhaldandi at vera var við, at neyðugt er at seta við, eisini í Føroyum
Hóast vit framhaldandi leggja okkum eftir at skipa okkum soleiðis, at tað er áhugavert og spennandi at starvast á føroyska arbeiðsmarknaðinum, so minkar og veksur tørvurin á arbeiðsmegi sum tíðir fara. Hóast arbeiðsloysi er omanfyri 3,5 %, so er tað altíð onkur vinnugrein, sum hevur tørv á serligum førleikum, sum ikki finnast millum tey arbeiðsleysu í Føroyum. Og her verður ikki bara hugsað um handverkarar í byggivinnuni.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tí greiðu støðu, at markið á 3,5 % eigur at verða tikið burtur, soleiðis at føroyskar fyritøkur kunnu seta borgarar úr ES-londum í starv eftir lagaligari mannagongd, enn annars er galdandi.
Føroyski arbeiðsmarknaðurin eigur at verða javnsettur við arbeiðsmarknaðirnar kring okkum. Vit eiga altíð at hava ein líka opnan arbeiðsmarknað inneftir sum úteftir.
Føroya Arbeiðsgevarafelag