Nevnd og stjórn í Føroya Arbeiðsgevarafelagi vitjaði í farnu viku í Noregi og Danmark, har fundir vóru við Næringslivets Hovedorganisation, Dansk Industri, Dansk Arbejdsgiverforening, Danmarks Tekniske Universitet og føroysku fólkatingsumboðini.
Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelagi vitjaði í seinnu helvt av farnu viku í Oslo og Keypmannahavn, har fleiri fundir vóru á skránni. Endamálið við ferðini var serliga at fáa samband við systirfeløgini hjá FAG í Noregi og Danmark og annars at kunna seg um arbeiðið og aktuell mál hjá hesum feløgum. Harumframt kunnaði nevndin seg eisini um, hvussu arbeitt verður við at menna sambandið millum vinnu og útbúgvingarverk í Noregi og Danmark.
Vinnulívið í Føroyum, Danmark og Noregi hevur nógvar av teimum somu avbjóðingunum, eitt nú starvsfólkatrot, avbjóðingar at lofta digitaliseringini, og at fyrireika fyritøkurnar uppá verandi og komandi krøv innan burðardygd.
Jón Sigurdsson, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelagi, sigur í hesum sambandi:
”Eg haldi tað hava týdning, at vit á arbeiðsgevarasíðuni hava eitt gott samstarv við okkara grannalond, sum á fleiri økjum sita við somu avbjóðingum sum vit. Tað kann vera ein góð hjálp hjá okkum at gagnnýta tað vitan, sum okkara systirfeløg hava um tey evni, sum eisini eru aktuell hjá okkum. Eisini kunnu feløgini leita sær íblástur frá hvørjum øðrum.”