Ógreiði vinnupolitikkurin er ein hóttan ímóti framgongdini og kappingarførinum. Um góða búskapargongdin í Føroyum skal halda fram, noyðist politiski myndugleikin at taka sær um reiggj og skapa greiðar og støðugar vinnukarmar.
Vinnupolitikkurin hjá samgonguni peikar í allar ættir, og vantandi politiskt skilvísi kann gera enda á góðum tíðum og góðum kappingarføri. Tað er umráðandi, at politiski myndugleikin setir greið vinnupolitisk mál út í kortið, sum hava støðugar karmar við sær. Tó at vit seinastu árini hava sæð dømi um góð vinnupolitisk átøk, eru ov nógv dømi um, at vinnupolitiskt eru vit farin langt av kós. Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir í Ársfrágreiðingini 2017 til at vit rætta upp, meðan vit framvegis hava tamarhald á støðuni.
Misbrúktur vinnupolitikkur
Vinnupolitikkurin eigur at skapa góðar umstøður fyri vinnuna, so hon kann framleiða mest møgulig virði til alt samfelagið. Men tað tykist tíverri, at politikarar eru farnir at brúka vinnupolitikkin sum eitt amboð at býta virðini ístaðin fyri at brúka vinnupolitikkin til at skapa virðini. Menningarkvoturnar eru dømi um hetta, og feskasta dømið er ásetingarnar í alilógini um, hvar í landinum fyritøkur skulu hava virkini og virksemið. Hetta minnir um vinnupolitikkin, sum koyrdi okkum út av eggini í 90’unum.
Tað er eisini óheppið, at almennar fyritøkur og stovnar fara inn á øki, sum vanliga verða mett at liggja best hjá privatu vinnuni. Tunnilsliðið hjá Landsverki er dømi um, at tað almenna spakuliga borar tunlar heldur enn at lata effektivar privatar fyriøkur gera hetta arbeiðið.
Sambært OECD skipar ”besti vinnupolitikkurin” støðugar karmar, so at kapitalurin og arbeiðsmegin verða brúkt har, tey skapa størst møguligt avkast. Harumframt stuðlar ”besti vinnupolitikkurin” undir menningina av produktivitetinum hjá bæði einstaka starvsfólkinum og einstøku fyritøkuni – t.d. betri gagnnýtsla av KT, innovatión og betri leiðsluførleikar og arbeiðsgongdir.
Talgildu Føroyar og útbyggingar av samskiftisnetinum eru í samsvari við OECD-tilmælini, men vinnupolitikkurin eigur ikki at skeiklast av politiskum ynskjum um at býta virðini øðrvísi. Tá eiga politikarar at duga at halda fast um, at skatta- og avgjaldspolitikkur er rætta amboðið at býta virðini millum borgararnar. Ein fortreyt fyri at býta virðini er nevniliga, at virði verða skapt við skilagóðum vinnupolitikki, sum eisini kann hava kappingarførið á nøktandi stigi.
Kappingarførið tengt at vinnupolitikkinum
Føroyska kappingarførið er økt munandi síðani 2009, tó at seinnu árini hava verið merkt av politiskum óstabiliteti. Ein kanning, sum er gjørd eftir leisti hjá World Economic Forum, vísir, at Føroyar – samanborið við øll heimsins lond – eru farnar av 79. plássi í 2009 fram til 38. pláss í 2017.
Tað er sum heild trygt og gott at reka vinnuligt virksemi í Føroyum – nærum einki mutur, tjóvarí ella hóttanir um yvirgang. Arbeiðsmoralurin er høgur, og hetta er ein góð fortreyt fyri nýskapan og nýhugsan. Hinvegin er tað órógvandi, at føroyskar fyritøkur vísa á stóran óstabilitet í politiska umhvørvinum. Vinnan metir eisini, at inntøkuskatturin er ov høgur, og at skatturin saman við sosialu veitingunum ger arbeiðsmarknaðin minni áhugaverdan.
Í høvuðsheitum vísir føroyska vinnulívið í kanningini á fýra viðurskifti, sum hava størst týdning at broyta. Tað eru: politiskur óstabilitetur, tung almenn umsiting, atgongd til fígging og ov lágur kapasitetur til nýskapan. Ein støðugur vinnupolitikkur tvørtur um valskeiðini hevur týdning, um vit skulu betra ella varðveita góða kappingarførið.
Ferðavinnutilboð heldur enn gjøld
Mett verður, at 100.000 ferðafólk vóru í Føroyum í fjør, og tað er bert ein brotpartur av ferðafólkatølunum á t.d.Bornholm, Orkney og Íslandi, haðan vit tykjast hava tikið til okkum ræðusøgur um, hvussu mongu ferðafólkini hava oyðileggjandi ávirkan á samfelagið og náttúruna. Ístaðin fyri at lata ræðumyndirnar úr øðrum londum ørkymla okkum, eiga vit at lofta møguleikanum, sum vit í løtuni hava at skipa ferðavinnuna so væl sum gjørligt – eisini við atliti at náttúruni.
Tað er m.a. ikki ein gongd leið, at ymisk hagastýri seta sínar egnu gjaldskipanir í verk, tí tað verður ólagaligt hjá teimum, sum skipa ferðirnar. Um hagastýri skulu taka gjøld, so eigur talan at vera um eina gjaldskipan, ið er galdandi fyri alt landið. Hinvegin er best, at ymisku økini veita ferðafólkunum ítøkiligar tænastur, sum gjøld verða tikin fyri. Tað er ikki skilagott at hækka prísirnar á strandfaraskipunum einans fyri turistar, ístaðin kunnu t.d. fastbúgvandi fáa fyrimunir fram um onnur í avsláttarskipanum.
600 fólk starvast í ferðavinnuni, og tørvur er á enn fleiri komandi árini. Útlitini eru góð, og nú snýr tað seg um at vera bjartskygdur og skipa ferðavinnuna væl fyri at tryggja framhaldandi vøkstur í hesi áhugaverdu vinnu.
Les meira um øll hesi viðurskifti í Ársfrágreiðingini 2017 frá Føroya Arbeiðsgevarafelag.