Hetta er 24. sáttmálin Føroya Arbeiðsgevarafelag varar av.
Nýstovnaða fakfelagið Súlan, sum er fyri kabinustarvsfólkini hjá Atlantic Airways, heitti fyrr í ár á Føroya Arbeiðsgevarafelag um at taka upp sáttmálasamráðingar um øki, sum ikki fyrr hevur verið í sáttmála undir Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Hesar samráðingar eru nú loknar, og 11. november 2008 undirskrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súlan sáttmálan. Sáttmálin er galdandi frá 1. november 2008 til 1. november 2010, og lønarhækkingarnar í hesum sáttmálanum, í mun til lønirnar í gamla innanhýsis sáttmálanum, eru á sama støði, sum teir sáttmálar Føroya Arbeiðsgevarafelag annars hevur gjørt í hesi samráðingarrunduni.
Sáttmálin millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súluna sæst her.