Føroya Arbeiðsgevarafelag havt aðalfund

29. juni. 2015 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur fram óbroytt.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði ársaðalfund sín í farnu viku. Fyri vali á aðalfundinum stóðu Jón Sigurdsson og Høgni Hansen, og vórðu teir báðir afturvaldir.

Í nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag sita sostatt Bergur Poulsen, Kristoffur Laksá, Fróði Magnussen, Bogi Jacobsen, Atli Gregersen, Høgni Hansen og Jón Sigurdsson. Nevndin hevur skipað seg við Bergi Poulsen sum formanni og Høgna Hansen sum næstformanni.

Í ársfrágreiðing síni varpar Føroya Arbeiðsgevarafelag serliga ljós á støðu sína í mun til tørvin á arbeiðsmegi, marknaðaratgongd og skatt á lønir.

Til ber at lesa ársfrágreiðing Føroya Arbeiðsgevarafelags her.

Annað á breddanum

  1. Aðalfundur í Handilsvinnufelagnum

    Skráin fyri aðalfundin er sambært viðtøkum felagsins

    22. Apríl. 2025 | Handilsvinna
    IMG 0559 (1)
  2. Eina skipan fyri burturkastøkið

    Gevur tað veruliga meining, at eitt lítið land sum okkara hevur tvær sjálvstøðugar skipanir? Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin at samskipa burturkastskipanina í eina felags skipan

    22. Apríl. 2025
    Affald
  3. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)